Skála rennur nú undan øllum hinum

HB tykist ikki rokna við FM heitinum, sum B36 nú er einasti kappingarneytin hjá skálamonnum til. Í botninum eru fleiri um boðið, og Suðuroyar feløgini eru mest sperd

FORMULADEILDIN 21. UMFAR SAMANUM

Summarið er við at tapa, og heystið er um at fáa høvdið fyri seg. Tað kendist rættiliga, tá ið sjyenda seinasta umfarið var á skránni í vikuskiftinum. Hóast tað er eitt sindur ótespuligt í veðrinum um mánaðarskiftið, so vísa royndirnar, at heystið kann gerast blítt. Tað mugu fótbóltsáhugað vónað, tí tað eru framvegis seks umfør eftir, og kappingin verður ikki liðug fyrrenn 22. oktober og harvið eftir landsliðsferðina niður til Ísrael.
Hesa vikuna fer tað mesta at snúgva seg um landsliðið og HM undankappingina, sum øll tey europeisku fótbóltslandsliðini skulu luttaka í.
Men hóast tað er friður í landskappingini heima á landi, so kann tað væl hugsast, at okkurt kortini fer at verða at frætta. Fyrr í summar hava tvey av teimum tíggju feløgunum skift venjara. Enn hevur einki ítøkiligt verið at hoyrt frá trífaldu meistarunum. Men tað skal ikki undra, um okkurt verður at frætta fyrrapartin av hesi vikuni.
HB avrikið á Mølini leygardagin var tað lakasta í ógvuliga langa tíð. Eitt er, at liðið ikki hevur verið fyri so rudduligum tapi í næstan tíggju ár. Nakað annað er tað, at hugburðurin var merkisvert vánaligur. Ikki minst tá ið havt verður í huga, at liðið undan 21. umfarinum bara var eitt stig frá oddasessinum. Liðið var í nýggjari og ókendari útgávu, og tað tóktist sum um, at spælararnir ikki roknaðu við, at tað skuldi bera til á Eiði.
EB/Streymur togaði seg við sannførandi sigrinum tvey stig nærri fjórða plássinum. NSÍ er framvegis nummar fýra, og tá ið HB aftur tapti, kom NSÍ eitt stig nærri toppinum. Men tað er greitt, at tað var stórt vónbrot hjá teimum í Runavík, at tað ikki eydnaðist teimum at røkka meiri enn javnleiki á Sevmýri. Ikki minst tá ið tað verður tikið við, at tað eydnaðist teimum at skora fýra ferðir á Tvøroyri. Tað hevur einki annað lið megnað higartil í ár.
Skála og B36 tykjast skula kappast um meistaraskapin. Felags fyri bæði toppliðini var, at tað gekk striltið hjá teimum at fáa sigurin til høldar, og at tað ikki var fyrrenn strðíðið var lokið, at tað var greitt, at teir høvdu vunnið.
Skála fekk sigurin við brotssparksmálið, tá ið tíðin var um at vera farin. Harvið hava teir fingið undanvindin, sum ofta fylgir toppliðum.
B36 spælararnir vóru troyttir eftir góða UEFA Cup avrikið. Tað er luturin hjá teimum, sum tryggja sær luttøku í altjóða kappingum, at nógv er á skránni, og hjá nógvum kostar tað sigrar og stig. Hjá B36 hevur tað staðið á, men teir hava verið knáir. Á Skála megnaðu teir at koma afturíaftur og fáa 2-2, og sunnudagin vunnu teir 1-0 á VB.
Talan verður ikki um finalu millum Skála og B36. Tey hava dystast tríggjar ferðir. Spurningurin er, hvat av liðunum eigur lættastu skránna. Tað kann hvør einstakur meta um. Skráin hjá Skála er KÍ (ú), HB (h), NSÍ (ú), TB (ú), EB/Streymur (ú) og GÍ (h). Skráin hjá B36 sær soleiðis út: TB (ú), ÍF (h), EB/Streymur (ú), KÍ (h), GÍ (ú), HB (h).
Við øðrum orðum skal Skála spæla fýra ferðir á útivølli og tvær ferðir á heimavølli, og B36 skal spæla tríggjar ferðir á heimavølli og tríggjar ferðir á útivølli.
EB/Streymur skal spæla móti NSÍ, B36 og Skála, og eftir sigurin á HB kann tað væl vera, at EB/Streymur bæði kann lyfta seg upp millum teirra, sum vinna heiðursmerki og orduliga hava ein fingur við í spælinum, tá ið gullkrónurnar skulu plaserast.

Suðuroyggin í botninum
Hóast TB fekk eitt stig burturúr, so øktist fjarstøðan til næstaftasta sessin. Tað gjørdi hon, tí klaksvíkingar fyri aðru ferð í ár vunnu 2-1 í Gøtu. Harvið flutti KÍ av 9. og fram á 7. plássið. Klaksvíkingar eru ikki leysir av niðurflytingini, men tað sær ljósari út nú, enn tað gjørdi undan vikuskiftinum.
ÍF misti javnleikin á stokkinum. Hugburðurin hjá fuglfirðingunum á Skála var so mikið góður, at einki bendi á niðurflyting. Hugburðurin hjá TB var sanniliga eisini góður, tá ið teir vóru partur av undirhaldandi og málríkari uppgerð. TB tykist ikki at ætla sær at flyta niður, men um teir skulu sleppa undan aftasta sessinum, so er neyðugt hjá teimum at fáa fult onkra ferðina.
Sum støðan sær út í løtuni, so verður lykladysturin at sleppa undan 10. plássinum, tá ið TB í næst síðsta umfarinum fer at fáa vitjan av VB. Skráin hjá TB sær soleiðis út: B36 (h), EB/Streymur (ú), GÍ (h), Skála (h), VB (ú) og ÍF (ú). Hjá VB sær skráin soleiðis út: ÍF (ú), KÍ (ú), HB (ú), NSÍ (h), TB (ú) og EB/S (h)