Skála: Kontrafótbóltuirn skal bjarga Skála

Tað hevur verið stór frágongd á Skála, men samstundis er trýstið eisini farið av

Tað sá einki út hjá Skála við kappingarenda. Ari Olsen og Jákup Johansen fóru við venjaranum, Eyðuni Klakstein, til Víking. Jákup Jakobsen er farin til grannarnar úr NSÍ saman við Karstini Hansen, sum var útleigaður til Skála, og Haraldi Højgaard. Janus S. Samuelsen er farin til AB.

- Tað var keðiligt at lesa um spælarar, sum skrivaðu undir aðrastaðni. Eg var tann einasti, sum hevði sáttmála fyri komandi ár, men so byrjaðu profilar frá í fjør at skriva undir, sigur Niels Pauli Danielsen.

Teirra millum eru Heðin Klakstein, Ronni Møller-Iversen, Teitur Reinert Joensen, meðan Aksel B. Danielsen eisini heldur fram. Hartil er Bárður á Reynatrøð leigaður úr Víkingi og Jóhan Waag Høgnesen er komin úr næstbesta liðnum hjá KÍ. Nýggjur venjari er fyrrverandi U21-landsliðsvenjarin, Bill M. Jacobsen.

- Nú sær ljósari út. Tað verður øðrvísi spæl í ár. Tað verður meiri kontrafótbóltur, sum vit kanska eisini kenna frá tíðini hjá Bill á U21-landsliðnum, sigur Niels Pauli Danielsen.

 ##med2##

Hann væntar eisini at trýstið á Skála verður minni í ár, enn tað hevur verið seinastu tvey árini, har málið hevur verið at kappast við fimm tey stóru. Nú fáa vit so at síggja, um Skála klárar at byggja enn eitt lið.

Skála byrjar á heimavølli móti ÍF. Dysturin byrjar klokkan 16. FM1 og In.fo fylgja gongdini í 1. umfari í Betri deildini, sum verður morgin frá klokkan 15 til 21.

Betri deildin menn 1. umfar:

Leygardagin 9. mai:

NSÍ-TB (15.00)

HB-EB/Streymur (15.00) Beinleiðis á FM1

Skála-ÍF (16.00)

KÍ-B36 (17.00) Beinleiðis á FM1

AB-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1