Tað vóru nakrir vónbrotnir skálamenn, sum sunnudagin fóru av vøllinum á Mølini á Eiði. Teir høvdu tveitt javnleikin burtur eftir eina grova verjuvillu móti endanum av dystinum. Hesin dysturin kann vísa seg at fáa stóran týdning í botnstríðnum, og tí var hetta ein dyggur smeitur. Lívið á toppinum kann vera kalt, hava skálamenn sannað.
Í dag er tað B36, sum kemur á vitjan á Skála. Heimaliðið hevur allar leikarar tøkar, tí eingin hevur leikbann, og eingin er skaddur. Hetta gevur teimum kanska dirvi til dystin móti B36.
Ronnie Hansen og Aleksandur Johansen høvdu báðir leikbann til dystin móti EB/Streymi, eftir at teir fingu reytt kort móti HB í steypakappingini. Teir báðir eru við aftur, og væntandi byrja teir inni á liðnum. So detta tveir aðrir leikarar út á beinkin.
Ronnie og Aleksandur hava spælt at kalla allar dystirnar í ár, og tí styrkir tað nógv um liðið at fáa hesar báðar við aftur. Ronnie er verjuleikari, meðan Aleksandur Johansen spælir í álopinum.
Hóast leikararnir hava verið í kolkjallaranum síðan dystin sunnudagin, so mugu uppflytararnir royna at reisa seg aftur, tí tað nyttar ikki at gráta um spilta mjølk. Spennandi verður at síggja, hvussu dygga mótstøðu skálamenn megna at geva B36.
John heimaftur
Hetta er fyrstu ferð, at Skála er við í 1. deild, og nú vendir ein av synum felagsins heimaftur. Talan er sjálvandi um liðformannin hjá B36, John Petersen, sum endiliga sleppur at spæla 1. deildar fótbólt á Skála.
Annars er B36 hampuliga væl fyri við leikarum. Tann einasti av føstu monnunum, sum ikki verður við á Skála, er Klæmint Matras, sum enn ikki er sloppin av við skaðan í fótinum. Hetta er ein stórur missur fyri B36, men í Klaksvík riggaði miðvøllurin til fulnar, hóast Klæmint ikki var við. Tá spældu Kenneth Jacobsen, Magni á Lakjuni og Din Sandu á miðvøllinum.
Venjarin hevur somu manning við inn á Skála, sum hann nýtti í Klaksvík. Spurningurin er so, um hann velur at fremja nakrar broytingar millum teir leikarar, sum hann hevur í hópinum.










