Skála helt seg hava verri fyritreytir

B36 dysturin hóskvøldið halda skálamenn darva minni enn hálvskaddu Skála spælararnir, sum ikki høvdu verið førir fyri at venja, og B36 stríðsmaðurin ásannar, at teir tóktust hava meiri orku, sum dysturin leið

Tað kundi kanska hugsast, at skálamenn vóru harmir um, at tað ikki hevði eydnast teimum at halda tørn um tvey mála leiðsluna, sum teir høvdu í 1. hálvleiki. Tað vóru teir á heimaliðnum eisini, men ikki púrasta.
- Vit høvdu møguleikan at økja til 3-0, og um tað hevði havt eydnast, so hevði tað helst verið øðrvísi 2. hálvleikur, enn tað bleiv. Men vit eru ikki misnøgdir. Sannleikin er tann, at vit høvdu ikki so gott mót undan B36 vitjanini, tí fyritreytirnar hjá okkum vóru so vánaligar, sigur Pauli Poulsen, hjálparvenjari, og hann útgreinar, hví hann heldur, at teirra fyritreytir vóru verri, enn tær vóru hjá B36, sum spældi strævnan UEFA Cup dyst hóskvøldið:
- Í vikuni vóru fýra av okkara spælarum so mikið illa fyri, at teir ikki vóru førir fyri at venja. Talan var um Nenad, Rúna Rasmussen, Arnhold Berg og Iulian Florescu. At teir kortini megnaðu at spæla, ber við sær, at vit hava mót um, at teir nú eru um at koma fyri seg aftur. B36 hevði alt sítt fólk tókt, og teir kundu seta ómóðar og stinnar spælarar á vøllin síðstu løtuna. Eg haldi ikki, at tað kann sigast, at teir vóru illa fyri, og tað sást heldur ikki á avrikinum hjá teimum. Serliga í 2. hálvleiki stóðu teir seg sera væl, heldur Pauli Poulsen.

Málið gav eyka orku
Klæmint Matras var ein av B36 stríðsmonnunum, sum var við at venda slagnum, soleiðis at eitt stig fekst burturúr.
- Vit løgdu væl fyri fyrstu minuttirnar. Teir skoraðu fyrstu ferð teir vóru í nánd av málinum. Vit góvu teimum fyrra málið, og hetta setti seg eina løtu í okkum. Vit vóru hepnir, at teir ikki hesa løtuna øktu til 3-0. Men umskipingini av okkara liði tóktist hjálpa væl. Tá passaðu vit betri til teirra spælskipan, og vit fingu fatur á teimum aftur. Málið hjá Oby lyfti okkum upp, vit fingu eyka orku, og síðstu løtuna var um reppið, at tað vóru vit, sum vunnu. Vit halda, at dómarin átti at havt bríkslað fyri brotssparki til okkara, tí tað sá út til, at hann vardi við arminum á strikuni, heldur Klæmint Matras.
Tit høvdu meiri orku enn teir?
-Kanska er tað eisini tí, at vit høvdu meiri at taka av. Fyri aðru ferð á rað varð Oby innskiftur og skoraði mál. Tað hevði sera stóran týdning, heldur B36 stríðsmaðurin.