Skála fyrireikar seg til olju

Skála Kommuna hevur tikið stig til fyrireika eitt stórt øki til havnalag. Verður tað neyðugt, kann nýggja havnalagið verða fleiri hundraðtúsund fermetrar

Útbygging

Í fyrstu atløgu vunnu Runavíkingar slagið um at gerast føroysk oljuhavn. Men á Skálafjørðinum hava tey ikki slept vónini um, at tey fara at varðveita oljuvinnuna har inni.
Í øllum førum ætla tey ikki at vera tikin á bóli, so vánaligar umstøður skulu vera tað, sum ger, at oljuvinnan gleppur teimum av hondum.
À Skála, sum leggur saman við Runavíkar Kommunu um nøkur ár, eru tey eisini farin at fyrireikað seg til oljuvinnuna.
Kári Johannesen, borgarstjóri, sigur, at bygdaráðið er farið undir at endurskoðað byggiætlanina fyri kommununa.
Endamálið við tí er at leggja eitt stórt økið á Skála av til havnaøki.
Hann sigur, at tey eru farin í holt við skitsurnar til tað nýggja havnaøkið.
Hetta er eitt havnaøki, sum ið røkkur líka frá Skála, norður ímóti Skálabotni.
Hann sigur, at umstøðurnar at gera havnaøkið har eru avbera góðar, Tað er slætt og tað skal ikki fyllast rættiliga langt út, áðrenn dýpið verður 10 metrar.
Hvussu stórt hetta øki er, veit hann ikki enn, men møguleikar eru fyri at gera eitt havnaøki upp á fleiri hundrað túsund fermetrar, verður tað neyðugt.
Kári Johannesen dylir ikki fyri, at hetta er fyri at ganga krøvunum frá oljuvinnuni á møti, verður Skálafjørðurin oljuhavn.
Men hann leggur eisini dent á, at tað er ikki so, at Kommunan fer fer undir at gera havnaøki.
Skála- og Runavíkar kommuna hava ikki møguleikar at fara undir eitt so stórt havnalag. Men vit ætla at leggja økið av til havn, so at vit hava tað at vísa oljufeløgunum á.
? Skal nakað gerast har, verður tað í samstarvi ímillum kommununa og aðrar íleggjarar, eitt nú oljufeløgini, tí tilsamans verður talan um útbyggingar fyri hundraðtals milliónir. Tað, sum kommunan sjálv fer at gera av havn, verður bara okkurt smávegis, sum hon hevur ráð til.
Kommunan er í løtuni í ferð við at gera havnalag í sambandi við Skipasmiðjuna. Ein partur av tí er gjørt fyri 1,7 miillión og nú er ein partur eftir, sum kostar áleið tað sama, kanska eitt sindur meir. Men á fíggjarætlanini í ár er onki sett av til havnaútbygging, tí í ár verður útstykking til grundstykki raðfest hægri.
Hann sigur, at tekur ein verulig oljuivinna seg upp, verður brúk fyri einum øki uppá 10-15.000 fermetrar fyri hvørt borihol, so tað kann so skjótt vera, at tørvur er á einum veldugum havnaøki, sigur Kári Johannesen og tað, sum kommunan ætlar, er at hava eina fullfíggjaða ætlan fyri, hvussu tað kann gerast.