Løgreglan í New York hevur avdúkað eitt skøkjuharkalið, sum hevur selt pengamonnum av ymsum slagi í Wall Street alskyns kynsligar tænastur. Higartil eru 17 fólk ákærd í sambandi við avdúkingina, teirra millum ein heil familja, skrivar Reuters.
Charles Hynes, sum er ákæri í Brooklyn, sigur við tíðindastovuna, at umframt kynsligar tænastur seldi harkaliðið viðskiftafólkinum kokain og onnur rúsevni.
Ákæruvaldið heldur, at harkaliðið hevur forvunnið einar sjey milliónir dollarar tey seinastu trý árini. Sum skilst vóru tær ymsu tænasturnar hjá skøkjunum í Wall Street dýrari enn aðrastaðni í býnum.










