Amerikanska samveldisløgreglan FBI skuldsetti í gjár eina 38 ára gamla kvinnu fyri at hava kynt eldin, sum var byrjanin til tann stóra skógareldsin í statinum Colorado. Kvinnan arbeiddi sjálv sum skógarvørður.
Myndugleikarnir siga, at verður kvinnan funnin sek, kann hon fáa upp í tíggju ára fongsul umframt eina hálva millión dollarar í bót.
Sambært FBI var tað tann 38 ára gamla kvinnan, sum boðaði frá skógareldinum. Hon segði seg vera komna fram á eitt legubál, sum hon ikki var før fyri at sløkkja. Men undir avhoyringum hevur hon broytt frágreiðing.