Á portugisisku frítíðaroynni Madeira hava myndugleikarnir flutt fólkið úr fleiri bygdum undan skógareldum, sum herja víða um oynna. Í gjár sendu myndugleikarnir sløkkiliðsmenn innan av meginlandinum til Madeira at hjálpa teimum lokalu sløkkiliðunum at basa eldunum.
Tíðindastovurnar skriva, at skógareldarnir nærkast býnum Funchal, sum er tann størsti á Madeira og eitt væl umtókt ferðamál.
Eisini í sjálvum Portugal stríðast sløkkilið við fleiri størri og smærri skógareldar. Á Algarve-strondini royna umleið 400 sløkkiliðsmenn at sløkkja nakrar skógareldar tætt við býin Tavira, sum er stutt frá spanska martkinum. Spanskir sløkkiliðsmenn hjálpa teimum.
Myndugleikarnir í Lissabon siga, at tilsamans eru umleið 200 skógareldar kring landið, og at umleið 6.000 sløkkiliðsmenn royna at fáa tamarhald á teimum.