Sjúrður og tey grønlendsku kunnu vera avgerandi

Seinasta veljarakanningin: Í síðstu Voxmeterkanning standa Moderatarnir hjá Lars Løkkke til at fáa avgerandi sessirnar. Men Føroyar og Grønland kunnu eisini avgera, hvør skal stjórna Danmark

 

Sambært feskastu kanningini í Danmark eru stjórnarflokkarnir – saman við Sjúrði Skaale og teimum báðum grønlendsku umboðunum, bara ein sess frá at varðveita meirilutan

Um bara eitt umboð flytur seg í mun til seinastu veljarakanningina, so kann Mette Frederiksen varðveita stjórnarflokkarnar við sama grundarlag, sum hon hevur í dag. Um ikki, so verður tað í øllum førum Lars Løkke Rasmussen og nýggi flokkur hansara, Moderatarnir, sum fara at gera av, hvør skal stjórna Danmark.

Seinasta kanningin hjá Voxmeter er grundað á samrøður við 4.577 umboðandi útvaldar persónar yvir 18 ár. Vanliga verða umleið 1.000 fólk spurd í slíkum kanningum. Tí er óvissan í nýggi kanningini minni, enn vanligt er.

Moderatarnir hjá Lars Løkke standa í kanningini til at fáa 8,5 prosent og 15 sessir í Fólkatinginum.

Reyði vongur stendur til 86 sessir, men við teimum trimum umboðunum úr Føroyum og Grønlandi manglar reyði vongur bara eitt umboð - sambært kanningini - til at varðveita meirilutan. Blái vongur stendur til at fáa 74 sessir.

Báðir partar hava longu tryggjað sær hvør sítt umboð úr Føroyum.

Fyri báðar veingir er óvissan 1,3 prosentstig.

Tey 8,5 prosentini hjá Løkke og Moderatunum er tó ein afturgongd í mun til seinastu tvær Voxmeter kanningarnar. Tí fyri eini viku síðani toppaðu Moderatarnir við 11,5 prosentum, meðan ein kanning hósdagin gav flokkinum 10 prosent av atkvøðunum.

Javnaðarflokkurin sær enn út til at gerast størsti flokkur á Fólkatingi.

Í kanningini stendur flokkurin hjá forsætisráðfrúnni, Javnaðarflokkurin, til 24,2 prosent av atkvøðunum. Tað verður ein afturgongd upp á 1,7 prosentstig í mun til valið í 2019.

Eisini størsti flokkur í bláa veingi, Vinstri, stendur til stóra afturgongd í mun til seinasta val. Í kanningini týsdagin stendur flokkurin hjá Jakob Ellemann-Jensen til 14,0 prosent ímóti einum valúrsliti í 2019 upp á 23,4 prosentstig.

Tey Konservativu standa framvegis til at enda undir úrslitinum frá 2019.

Í kanningini í gjár stendur flokkurin til 6,1 prosent av atkvøðunum. Bæði Liberal Alliansa og Danmarksdemokratarnir standa til at gerast størri enn flokkurin hjá Søren Pape Poulsen.

Bæði Danski Fólkaflokkurin og Alternativið hava undir valstríðnum ligið um sperrumarkið upp á tvey prosent, men í kanningini í gjár standa báðir flokkar til at vera omanfyri markið.

Danski Fólkaflokkurin stendur til 2,9 prosentstig, meðan Alternativið fær bestu Voxmeterkanning í yvir trý ár við 3,6 prosentum.

Valhølini í Danmark lótu upp klokkan 7 í morgun okkara tíð.

/ritzau/

 

 

Sambært feskastu kanningini í Danmark eru stjórnarflokkarnir – saman við Sjúrði Skaale og teimum báðum grønlendsku umboðunum, bara ein sess frá at varðveita meirilutan