Sjúkrakassapengar til Fróðskaparsetrið

Ein samstarvsavtala millum Landssjúkrahúsið, Fróðskaparsetur Føroya og Deildina fyri Arbeiðs- og almannaheilsu tryggjar hesum trimum pørtunum sjey milliónir krónur í stuðuli frá Granskingarráðnum, sum umsitir fæið eftir Sjúkrakassagrunnin.

 

Tá Heilstrygd var stovnað og gomlu sjúkrakassagrunnarnir avtiknir, var spurningurin, hvat avlopið av fænum skuldi nýtast til. Í mai 2012 samtykti løgtingið, at seta á stovn Sjúkrakassagrunn Føroya, sum skuldi veita stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

 

Í 2013 var so sjúkrakassagrunnurin settur á stovn og í 2014 lat Sjúkrakassagrunnurin Granskingarráðnum fæið at umsita. Talan var um 22,8 milliónir krónur, sum Granskingarráðið skal útluta, eftir leiðreglum, sum Sjúkrakassagrunnurin hevur gjørt.

 

Játtanin, sum nú er latin hesum samstarvinum millum Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og almannaheilsu, skal nýtast til stovnssetan av eini masterútbúgving innan heilsuøkið, til stuðul til ph.d.-verkætlanir í heilsuvísindum, fólkaheilsu ella sosialari heilsu og til setan av vísindastarvsfólki í somu greinum.

 

Les meiri í Sosialinum, sum kemur út í morgin.