Sjúkrahús í Haifa fyrireikar seg til kríggj í norðuri

Ísraelska heilsumálaráðið og verjan í landinum hava givið sjúkrahúsinum Rambam Medical Center, sum er í stórbýnum Haifa, boð um at fyrireika seg upp á møguleikan fyri, at kríggj brestur á í norðara parti av Ísrael.

Foto: Ariel Schalit/AP/Ritzau Scanpix

Tað skrivar miðilin Times of Israel

 

Rambam er fyrst og fremst eitt sjúkrahús í norðara partinum av landinum.

 

Men sjúrkahúsið er harumframt eitt neyð-sjúkrahús, nevnd »Sammy Ofer Fortified Underground Emergency Hospital«, sum hevur 2.000 sjúkrasengur, sum standa klárar til sjúkrarøkt í krígslíknandi støðum.

 

 

 

 

 

 

 

Foto: Ariel Schalit/AP/Ritzau Scanpix