Sjúkrabilurin noktaði at koma

Eftir ógvusligan samanstoyt milum tveir fótbóltsspælarar, noktaði sjúkrabilurin at koma eftir einum skaddum EB/Streyma-spælara.

Góðar 20 minuttir út í dystin millum HB og EB/Streym í Gundadali 2. hvítusunnudag, hendi ein ógvusligur samanstoytur í dystinum millum HB og EB/Streym. Jónas Tór Næs verður sparkaður hart í høvdið, av einum øðrum EB/Streyma-spælara, tá báðir royna at fáa bóltin burtur, og Jónas liggur eftir á. Hann verður borin av vølli, er í ørviti og bæði nøs og tenn eru brotnaðar.

 

Ringt verður eftir sjúkrabili, fyri at fáa mannin á skaðastovuna, men boðini av Landssjúkrahúsinum eru, at tey kunnu koyra hann út hagar sjálvi.          

 

Fólk í Gundadali vilja ikki taka á seg ábyrgdina av at flyta ein mann, ið møguliga hevur fingið heilaskjálvta, og heita tí staðiliga á Sjúkraflutningstænastuna at koma eftir manninum. Hetta ynski verður til endans eftirlíkað, men tá eru longu 10 minuttir gingnir, síðani ringt varð eftir hjálp og 15-20 minuttir síðani samanstoytin millum Jónas og liðfelagan.

 

Jákup Nolsøe, leiðari á sjúkraflutningstænastuni, vil ikki úttala seg um konkret dømi, men sigur, at teir gjørdu allar túrar, teir blivu bidnir um at taka 2. Hvítusunnudag. Annars royna teir at veita eina so góða tænastu sum gjørligt, og eru til fyri borgarans tænastu.