Sjokulátufestivalur

Gomlu aztekarnir róptu sjoku­látu fyri føði gud­anna. Hesum eru vit so púra samdar í. Onki góðgæti kann sum sjokoláta tøla og nøkta søt­metis­hungr­andi gómar sum aldar­gamla, silki­mjúka freistingin. Og onki kann saman­berast við kensl­una av einum petti at dygdar­sjoku­látu, sum bráðnar á tunguni.

Sjokuláta er ikki bara sjoku­láta. Góð sjoku­láta er sum gott vín ella kaffi. Hesar marg­lætis­vørur skulu hjúkl­ast um og røkt­ast sum nýføð­ingar. Og vit skulu ikki ræðast at keypa dýraru sløgini, tí tað loysir seg sum oftast. Fyri góðskuna á sjoku­látuni hevur slagið av kakabønu avgerandi týdning, eins og gróðrar­­líkindin, hand­faringin og viðgerðin í fram­­­leiðsluni.


Limirnir í danska felag­num fyri frelstar sjokulátu­elskarar, »Chokolade­kom­pagniet«, hittast á hvørjum ári til sjoku­látufestival. Á festi­valinum 2009 vórðu tríggir prísir hand­aðir, og limirnir fingu tvær spennandi sjokulátur at smakka: ein heitan munn og ein sjokulátu­muss. Royn fantastisku upp­skrifturnar heima og dvøl við gudunum eina løtu.


Gudadrykkur Azteka

1/2 litur av millummjólk

5 cm av kanelstong

2 heilir nelikar

2 cayennapipar ella ein hálv frísk chili

1/4 tsk. fræ av anis

1 dl kókandi vatn

40 g av góðari myrkari sjokulátu

2-3 spsk. av hunangi ella ráum rørsukri


Mjólkin verður sett útá. Morla kanelstongina varliga og rist hana turra saman við hinum kryddinum. Koyr kryddið í mjólkina og lat standa í 8-10 min. Kóka nakað av vatni í einari grýtu, har alt passar í. Hakka sjokulátuna og píska hana í kókandi vatnið til hon er upployst. Sløkk undir sjokulátuni. Smakka mjólkina til við kryddi. Tá hon er kókandi heit og passaliga kryddað, verður hon sílað varliga yvir sjokulátuna, meðan tú pískar. Smakka til við hunangi ella rørsukri. Píska til tað skúmar og borðreið í smáum gløsum.