Sjóhiti hitar fleiri stórar bygningar í Klaksvík

- Sjóhitaskipanin, sum vit slóðaðu fyri, er eftir mínum tykki bæði fantastisk og kollveltandi, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, sum er fyrrverandi býráðslimur og borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

 

Boðanesheimið Yviri við Strond í Havn gjørdist fyrsti størri bygningur í Føroyum, sum er hitaður við sjóhita. Tískil gjørdist hetta ein serstøk verkætlan, sum eisini varð umrødd í danska blaðnum, Ingeniøren undir yvirskriftini “Færøsk plejehjem suger varme ud af Golfstrømmen...”. 

 

Fyrstu búfólkini fluttu inn á Boðanesheimið í desember í 2012, og síðan henda dag hevur stovnurin verið rikin við sjóhita.

 

Í dag eru tað eisini aðrir bygningar, sum verða hitaðir við sjóhita í Føroyum og ein bygningur, sum øll árini hevur havt hesa orkuskipan, er samkomuhúsið Betesda í Klaksvík, sum varð tikið í brúk hin 15. mars í 2014. 

Húsið hevur eina gólvvídd á 1450 fermetrar í tveimum hæddum, og hevur øll árini verið rikið við sjóhita, sum tey, ið varða av samkomuhúsinum, hava verið sera fegin um. 

 

Steinbjørn O. Jacobsen, sum er í leiðsluni í Betesda og sum eisini var í bygginevndini, tá húsið varð bygt, er ógvuliga glaður fyri, at tey sluppu burtur úr oljuni.

 

Tá Betesda varð bygt, var nógv arbeiði gjørt sjálvboðið, og her vóru eisini maskinmeistarar, sum sigla við skipum í Klaksvík, sum trúðu upp á eina hitaskipan við sjóhita og sum hjálptu til við at byggja skipanina upp.

 

- Jú, tað er rætt, at vit høvdu onkrar maskinmeistarar, sum trúðu upp á hesa hitaskipan og vóru við til at byggja hana upp. Tískil gjørdist hetta heldur ikki ein so ógvuliga stór íløga, tá hesir dugnaligu menn tóku sær av tí mesta sjálvir. 

 

Steinbjørn O. Jacobsen, sum í mong ár hevur starvast sum sýnsmaður fyri Bústaðir, sigur, at skipanin, sum Betesda átti serstakt, riggaði sera væl. 

- Men, tá kappróðrarneystið her niðan fyri Betesda varð bygt, stóð brunnurin hjá okkum í vegin. Eftir at Betesda hevði fingið eina sjóhitaskipan, fór Klaksvíkar kommuna í holt við at byggja upp eina kommunala sjóhitaskipan. 

Hann vísir á, at í skipanini hjá kommununi er ein brunnur bygdur úti í sjónum beint út fyri planeringini, har Biskupstorg er bygt.

- Nú vit máttu av við okkara brunn, tá kappróðrarneystið kom, eru vit nú í eini royndartíð íbundin kommunalu skipanina, sum eisini veitir orku til fleiri aðrar bygningar.

 

- Kommunan bjóðaði okkum at binda í skipanina hjá teimum, men annars eru allar instalatiónir í Betesda júst tær somu, sum tá vit høvdu okkara egnu skipan.

Steinbjørn O. Jacobsen sigur, at um royndartíðin vísir, at Betesda kann keypa orkuna frá kommununi fyri ein rímiligan prís, er ikki vist, at meira verður gjørt fyri, at samkomuhúsið fær sína egnu skipan aftur.   

 

Tað, sum gleðir Steinbjørn O. Jacobsen sum fyrrverandi býráðslim og eisini fyrrverandi borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, er, at kommunan rættiliga hevur gjørt nógv fyri at gera Klaksvíkina grønari.

- Sjóhitaskipanin í Klaksvík er eftir mínum tykki bæði fantastisk og kollveltandi, tí skipanin veitir hita til fleiri bygningar. 

Hann vísir á, at skipanin veitir hita til alt Biskupstorgið, bæði til tær 30 íbúðirnar og handilsfyritøkurnar í niðastu hædd.

Men, sjóhitin hjá Klaksvíkar kommunu hitar mangt slíkt.

- Umframt at Betesda nú keypir orku frá kommununi, hitar kommunala skipanin eisini Bank Nordik, Skúlan á Skúlatrøð, og síðan eru leiðingar eisini lagdar niðan til sambygdu hallirnar og svimjihøllina, sum tó ikki eru íbundnar enn.

 

Í seinasta VikuskiftisSosiali er serblað um vinnu, og her verður eitt nú hugt at ymiskum alternativum orkuskipanum, og her er eisini ein størri samrøða við Steinbjøn O. Jacobsen um sjóhitaskipanina í Klaksvík, sum byrjaði við, at tað var Betesda, sum bygdi sær upp hesa alternativu orkuloysn.