Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Øll fiska upsa, og skipini hava sum heild brúkiligan fiskiskap í løtuni. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Í løtuni eru tveir djúpvatnstrolarar eisini til fiskiskap. Báðir eru nýliga byrjaðir túr, og tí er ivasamt, um teir koma inn at landa í næstu viku.
Fimm trolbátar fiska á landleiðini í løtuni, og teir fáa tosk og flatfisk. Tveir eru norðan fyri og fiska tosk og hýsu, og teir fáa eisini nakað av flatfiski.
- Trolbátarnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at trý garnaskip eisini eru til fiskiskap eftir svartkalva. Øll skipini ísa fiskin umborð, men skipini hava smáligan fiskiskap.