Sjey tilburðir av koronu í gjár

Talið fall aftur nakað frá í fyrradagin

I gjár vórðu sjey tilburðir staðfestir afturat av koronu. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Sostatt er talið lækkað aftur, eftir at heili 17 tilburðir vórðu staðfestir í fyrradagun,

 

Ein tilburður av teimum í gjár, varð staðfestur eftir at eitt fólk, sum varð komið til Føroya, lat seg kannað tveir dagar eftir at tað var komið. Hinis seks fólkinu eru smittað í Føroyum, og tey stava øll frá eini kendari smittukeldu.

 

Í gjár vórðu 922 fólk kannað fyri koronu. Í løtuni eru 72 smittað í Føroyum og 373 fólk eru í sóttarhaldi. Einin er innlagdur við koronu.

 

Hesa seinastu vikuna hava 55 fólk í Føroyum fingið staðfest koronu.