Poul Olsen og hansara sjey systkin vórðu øll fødd í Trongisvági. Tað eru 18 ár millum Poul og elstu systur hansara. Poul varð føddur við Down Syndrom, so hann varð sendur niður á Rødbygård sum sjey ára gamal.
Har hevur hann búleikast líka síðani, og hevur hann fingið eitt gott lív. Hann er væl fyri og býr fyri seg sjálvan.
Ein av beiggjunum hjá Poul, Tórolvur Mohr Olsen, greiðir frá, at tað ongantíð var nakar ivi um, at tey øll skuldu fara niður at vitja bróðurin.
? Vit komu úr ymiskum heraðshornum at vitja Poul á stóra degnum. Hann var sjálvandi øgiliga fegin um at fáa øll systkini á vitjan upp á ein gang, greiðir Tórolvur frá.
Poul hevur ofta verið heima í feriu, men hetta var fyrstu ferð, at øll sjey systkini komu á vitjan í senn.
Tað sum kanska eisini kann sigast at vera nakað undrunarvert er, at tey systkini, hóast nøkur eru farin væl upp um sjeyti ár, eru stak væl fyri. Tískil var tað ongin trupulleiki hjá nøkrum av teimum at ferðast til Rødbyhavn.
Tórolvur sigur, at myndin hevur ótrúliga stóran týdning fyri hann.
? Hetta er tann fyrsta myndin av okkum øllum, sum er tikin, meðan vit øll eru undir saman taki. Eg eigi eina aðra systkinamynd, men har er tað eina sett inn í myndina aftaná, greiðir hann frá.
Øll systkini búðu á einum hotelli, har føðingardagurin eisini varð hildin. Tey ótu ein góðan bita og hugnaðu sær saman. Tað var ójavnt, hvussu longi tey steðgaðu í Danmark, men øll vóru tey savnað til sjálvan føðingardagin, sum var tann 20. september.