Sjey svimjarar luttaka í EM

Fýra føroyingar fara at luttaka í 400 metra frí fyri menn í EM kappingini, sum verður í Herning

Svimjisambandið hevur í dag gjørt av, hvørjir svimjarar skulu taka lut í EM kappingini á stuttgeil, sum verður í Herning um miðjan desember, og hvørjir svimjarar skulu taka lut í NM og NJM, sum verður í Gundadali fyrsta vikuskiftið í desember.

Úttiknir at taka lut í EM kappingini eru Pál Joensen, Eyðbjørn Joensen og Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Birita Debes, Alvi Hjelm og Astrið Foldarskarð úr Ægir og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag.

Merkisvert er tað, at fýra svimjarar eru úttiknir at taka lut á 400 metra frí teininum fyri menn. Teir eru Pál Joensen, Óli Mortensen, Alvi Hjelm og Eyðbjørn Joensen.

Tað verður roknað við, at Pál Joensen hevur góðar møguleikar at gera um seg í kappingini á longru teinunum og ikki minst á 1500 metra teininum.

Luttakararnir á NJM, sum verður í Gundadali fyrsta vikuskiftið í desember, eru Óli Mortensen, Markus Joensen og Lív E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag, Alvi Hjelm, Victoria W. Eysturdal og Ásbjørg Hjelm úr Ægir og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag.

Svimjisambandið hevur úttikið hesar svimjararnar til NM, sum eisini verður í Føroyum:

Birita Debes, Jonna B. Thomsen og Cecilia Eysturdal úr Ægir og Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag.

Úr Svimjisambandinum verður sagt, at ein av fyrstu døgunum verða nakrir svimjarar aftrat úttiknir til NJM og NM. Hesi wild cardini verða latin, tí kappingarnar vera í Føroyum.

111 svimjarar koma til Føroya at luttaka í NM og NJM.

mynd: Birita Debes er ein av sjey føroysku svimjarunum, sum fara at luttaka í EM kappingini í Herning um miðjan desember.