Trý ísfiskalínuskip eru undir Íslandi í løtuni, og øll skipini koma heim at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
- Fimm ísfiskalínuskip eru undir Føroyum, og tey koma eisini inn at landa í næstu viku. Skipini hava eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Fýra frystilínuskip eru eisini undir Ísland í løtuni, og hitt fimmta fer yvir á Flemish Kap.
Um útróður verður sagt, at streymurin batnar, sum næsta vika gongur, og veðrið verður helst brúkiligt.
- Tí rokna vit eisini við, at nakað verður av útróðri í næstu viku, verður lagt aftrat.