Sjey ákærdir fyri morðið á Bhutto

Yvirgangsdómstólurin í Pakistan hevur nú ákært tveir løgreglumenn og fimm limir í Taliban í sambandi við morðið á fyrrverandi forsætisráðharran Benazir Bhutto fyri fýra knappliga árum síðani.

Benazir Bhutto varð myrd tann 27. desember í 2007, tá hon var á ferð í býnum Rawalpindi í sambandi við valstríðið upp undir tjóðartingsvalið. Talan var um eina sjálvmorðsatsókn, sum kravdi fleiri mannalív.

Enn er eingin dømdur í sambandi við morðið. Yvirgangsdómstólurin sigur, at Benazir Bhutto fekk ikki ta neyðugu verjuna, og tí eru tveir løgreglumenn ákærdir fyri óansni. Einki verður sagt um, hvat hinir fimm menninir eru ákærdir fyri.