Sjey føroysk mál í fremstu donsku deildini

Pernille Brandenborg og Vendsyssel bjóðaðu donsku ligaini av á fyrsta sinni

Í kvøld royndu føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg, og uppflytararnir úr Vendsyssel seg á fyrsta sinni í fremstu donsku hondbóltsdeildini.

Úrslitið gjørdist eitt stórtap við 39-25, men føroyski strikuleikarin eydnaðist væl í álopinum, har hon skoraði sjey mál úr tíggju royndum.

Tað var á heimavølli ímóti Nykøbing F., ið var mannað við millum øðrum danska landsliðsleikaranum við føroysku ættarbondunum, Lærke Nolsøe.

Pernille Brandenborg, verjan og málverjarnir fingu yvirhøvur ikki fatur í álopinum hjá gestunum, ið vunnu knúsandi 39-25 sigur. 

Pernille Brandenborg, ið er uppvaksin í Danmark, men hevur føroyska mammu, hevur seinastu tvey árini prógvað seg sum sera sterkan strikuleikara og miðverja á føroyska landsliðnum.

Sjey føroysk mál vóru ikki nóg mikið

Hetta kvøldið eydnaðist betri í álopinum enn í verjuni.

Pernille Brandenborg fekk sítt fyrsta mál, tá ið hon minkaði um munin niður í 8-5 eftir 11 minuttir, men nærri komu Vendsyssel ikki.  Í seinna hálvleiki skrædnaði av álvara, og hóast føroyski landsliðsleikarin skoraði sjey ferðir, mátti Vendsyssel sanna, at fyrsta royndin í fremstu donsku deildini endaði í stórtapi við 39-25.

Spælskiparin, Christina Pedersen, var drúgvasti málskjútti hjá Vendsyssel við sínum átta málum eftir 16 royndir. Pernille Brandenborg skoraði næstflest við sínum sjey málum úr tíggju royndum.

Vendsyssel vant við at vinna stórt

Pernille Brandenborg og Vendsyssel vóru í fjør sjálvar vanar at volda mótstøðuni stórtap, tá ið føroyingafelagið setti mótstøðuna til viks í næstfremstu donsku deildini.

Tá ið koronastøðan brádliga steðgaði kappingarárinum í vár, lá Vendsyssel á odda í deildini eftir 19 dystir.

Úrtøkan hevði verið framúr: 35 stig eftir 17 sigrar, ein javnleik og ein ósigur.

Felagið flutti tí trygt upp í fremstu donsku deildina, sum ið ár eitur 'Bambusa Ligain'

Vendsyssel hevur havt aðra føroyska luttøku. Enn ein føroyskur strikuleikari, Bjarta O. Johansen, var eisini í felagnum áðrenn hetta kappingarárið, men er nú farin aðrar leiðir.

Úr savninum:

Pernille og Bjarta buldra ímóti bestu deildini

Pernille skoraði seks mál í enn einum stórsigri

FM1: Turið Arge og Pernille Brandenborg gestir í Hondbóltspanelinum

Sveis-Føroyar 23-19: Dystarendin og samrøður (FM1)