Sjey fólk manna Depilsráðið

Glasir hevur nú fingið eitt nýtt ráð, ið hevur fingið heitið Depilsráð. Tað er Rigmor Dam, ið hevur sett ráðið.


Virkisøkið hjá Depilsráðnum er at vera ráðgevandi hjá rektaranum innan tað yrkisfakliga útbúgvingarøkið á Glasi, soleiðis at skúlin bjóðar út grundútbúgvingar, eftirútbúgvingar og víðariútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri tørvin hjá vinnuni. Ráðið skal styrkja sambandið og samskiftið úteftir, og dygd og menning inneftir innan tað yrkisfakliga útbúgvingarøkið á Glasi.


Í Depilsráðnum eru sjey limir umframt eitt næmingaumboð frá yrkisliga økinum. Limirnir verða tilnevndir eftir tilmæli frá pørtum á arbeiðsmarknaðinum og kommunufelagnum. Harumframt hava lærararnir tvey umboð í ráðnum. Næmingaumboðið verður valt á hvørjum ári, men er ikki valt enn.


Limirnir í Depilsráðnum fyri Glasir eru:


Starvsmannafelagið: Anna Johannesen, limur.
Landsfelag Handverkaranna: Eli Brimsvík, limur.
Føroya Kommunufelag: Sigurð Ó. Vang, limur.
Glasir (lærarar): Súsan K. Gregoriussen og Una Joensen, limir.
Vinnuhúsið: Magnus Magnussen og Gunnar Mohr, limir.


Varalimir:

Starvsmannafelagið: Niels á Reynatúgvu, varalimur.
Landsfelag Handverkaranna: Dánjal Pauli Djurhuus, varalimur.
Føroya Kommunufelag: Jonhard Mikkelsen, varalimur.
Glasir (lærarar): Unn Zachariassen og Christina Nolsøe, varalimir.
Vinnuhúsið: Mouritz Mohr og Ása Hansen, varalimir.