Tí hevur Javnaðarflokkurin lagt uppskot fyri løgtingið um eina stjórnmálanevnd. Hendan nevnd, sum verður mannað av umboðum fyri allar flokkar á løgtingi, skal fyrireika innihaldið í teirri lógini, sum skal avloysa heimastýrislógina. SJÁLVSTÝRISLÓGINA!
Danir hava sagt, at teir fara at taka undir við broytingum, sum ein breið semja er um á Føroya Løgtingi. So hetta er ein realistiskur møguleiki fyri at taka eitt stig longur fram á sjálvstýris- og sjálvbjargnisleið samstundis sum vit fara inn í nýggju øldina.
Teir flokkarnir, sum rópa loysing og siga seg meina tað, hava higatil ikki givið eitt boð upp á, hvussu vit skulu húsast, hvussu okkara løgtingsfíggjarlóg skal síggja út, um teir fáa sín vilja? Hví? Tí teir tora ikki at siga Føroya fólki, hvørjar avleiðingar teirra politikkur hevur við sær.
Jú ein flokkur vil kapitalisera danska blokkin, sum um tað er nakað. Vit føroyingar eiga og ráða yvir. Men tað er ikki so, blokkurin er danskur peningur og ogn dana. Ein annar vil avpressa Danmark eftir meira studningi aftaná loysingina sambært eina ella aðra ST-samtykt.
Í báðum førum skulu danir gjalda fyri loysing fyri føroyskt tjóðveldi. Hví skulu teir tað, kanska teir ikki vilja? Nei, tað er óveruligt og óverdugt at tala slíkt. Skulu vit loysa, so skulu vit sjálvi gjalda so einfalt er tað.
Teir sokallaðu loysingarflokkarnir Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin tora ikki at siga veljarunum sannleikan um avleiðingarnar av teirra loysingarpolitikki? Eiga ábyrgdarfullir flokkar ikki at gera tað?
Er loysingin og tjóðaskaparreypið bert nakað, sum Danmark skal gjalda fyri. At skula til Danmarkar aftaná loysingina at biðja um at fáa studning, tað verður mannminkandi og eyðmýkjandi. Tað vilja vit ikki. Tí eiga veljararnir at vísa slíkum politikki frá sær valdagin.
Veljið ístaðin ein ábyrgdarfullan og veruleikakendan politikk.
Veljið Javnaðarflokkin. Gott val.
Birgir Mohr