Sjálvsognarfelagið Kirkjubøvegur er eitt frálíkt borgaraframtak

Eg taki hattin av fyri fólki, sum eru framtakshugað. Fólkini, ið hava stovnað Sjálvsognarfelagið Kirkjubøvegur, eru dømi um ein fólksligan virkismátt, sum fer til verka, tá almenni myndugleikin ikki megnar uppgávuna. Býráðið eigur at hjálpa til við einari loysn

 

Áhugafelagið, sum hevur sæð dagsins ljós undir heitinum Sjálvognarfelagið Kirkjubøarvegur, ber boð um ein sterkan fólksligan framtakshug. Felagið hevur til endamáls at útvega umleið 50-60 bíligar bústaðir.

 

Býráðið eigur at hjálpa til við t.d. hóskandi grundstykki í samsvari við galdandi reglur á økinum. Hetta er eitt privat initiativ við einum sosialum endamáli, sum sprettir úr einum fólksligum virkismátti, ið eg taki hattin av fyri.

 

Hesin framtakshugur, sum tekur við, tá almenni myndugleikin ikki megnar uppgávuna ella er ov seinur í vendingini, er gull verdur fyri samfelagið. Í slíkum førum eiga vit politikarar at lurta og veruliga hugsa um, hvat vit kunnu gera fyri at hjálpa til við einari loysn.

 

Eg havi áður víst á, at Tórshavnar kommuna eigur at stuðla upp undir, at borgararnir – tað verði seg einsamøll foreldur, ung foreldur, tilkomin og eldri – hava møguleikan at ogna sær eina bíligan bústað í høvuðsstaðnum. Kommunan kan lata t.d. væl riknum bústaðarfeløgum grundøki fyri ein rímiligan penga. Soleiðis kann sjøtul setast á øðrvísi bústaðarbygging, har borgararnir sjálvir fáa høvið at ávirka og skipa fyri byggiarbeiðinum.

 

Vit eiga at virka fyri tryggleika og trivnaði í egnum bústaði uttan hóttanir um, at leigumálið verður sagt upp ella selt. Nýggja áhugafelagið kann síggjast sum eitt gott tilboð um samstarv millum høvuðsstaðarkommununa og framtakshugaðar borgarar, og vit eiga at fegnast um, at hesi fólk hava eitt brennandi ynski um at búseta seg í høvuðsstaðnum.

 

Bogi Andreasen, býráðslimur

Fólkaflokkurin