Eg haldi tað var áhugavert at hoyra Anniku Olsen, landsstýriskvinnuna í kommunumálum, ella kommunumálaráðharran, boða frá, at hon nú fer at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum fer at gera tað ómøguligt hjá borgarstjórum at sita í Løgtinginum, samstundis sum teir eru borgarstjórar. Grundgevingarnar vóru ymiskar, men felags fyri tær er, at tær vóru sera grunnar, uttan eg skal koma nærri inn á tað her og nú. Men fyrst vil eg rætta kommunuráðharran, og vísa á at tað eru 30 kommunur í Føroyum, og ikki 31, sum hon segði í Degi og Viku í gjár. Haldi at hendan óvitanin um kommunurnar avdúkar ikki so lítið um hugburð til kommunurnar, frá Anniku Olsen.
Síðani vil eg gera lesarin varhugan við, at undirritaði er i løtuni borgarstjóri fyri Eysturkommunu, og eg havi bjóða meg fram til komandi løgtingsval. Eg havi ikki tikið endaliga støðu til, um eg frásigið mær boargastjórarsessin skuldi tað hent seg at eg bleiv valdur inn á Løgting. Sannlíkt fari eg ikki at gera tað. Tí eg meti tað vera væl møguligt at røkja bæði størvini, eins og nógvir borgarstjórar undan mær hava gjørt við stórum hegni. Eg haldi eisini nevnuliga, at borgarstjóra starvið og ein løgtingssessur passa sera væl saman. Nógv betur enn t.d. eitt læknastarv og løgtingssessur, ella ein privatur stjórasessur og ein løgtingssessur, ella kanska ein reiðari og løgtingssessur. Tað er stórur munur á, um t.d. ein reiðari situr á Løgtingið og viðgerð fiskivinnupolitikk, og tá ein borgarstjóri situr á Løgtingið og viðgerð kommunupolitikk.
Ein borgarstjóri hevur nógv betri møguleikar at tilrættisleggja sín arbeiðsdag, enn nógvir aðrir starvsbólkar í samfelagnum. Samstundis, sum allir borgarstjórar hava ein varaborgarstjóra, sum kann traðka til, tá borgarstjóranum berst frá.
Løgtingið hevur í miðal 100 fundir um árið. Tað eru tingfundir og nevndarfundir tilsaman. (hagtøl á www.logting.fo) Harav er mangan fleiri fundir sama dag, so talan er í verðuleikanum um færri dagar enn tað.
Eg haldi vit skulu kallað ein “spaka fyri ein spaka”. Trupulleikin kann ikki vera arbeiðsbyrðan, tá nógvir løgtingslimir hava annað arbeiði eisini. Útsagnirnar frá Anniku eru bert populistiskar, nú lønin hjá borgarstjórum á Tingið hava verið viðgjørdar í fjølmiðlunum.
Ein borgarstjórið á Tingið fær góða løn, tað er ongin loyna, uttan eg skal koma nærri inn á tað her. Men vit kunna seta spurngartekin við, um tað er rímuligt at ein borgarstjóri í einari av størru kommununum, sum eisini situr á Tingið, næstan, og bert næstan, fær somum løn sum t.d. stjórin á Posta, ella væl lægri løn enn stjórin í Atlantic Airways. Helst eru aðrar almennar lønir (fastar + nevndarlønir) eisini væl hægri enn hvat ein borgarstjóri á Tingið fær.
Ein borgarstjóri á Tingið, hevur tvey sera ábyrgdarfull fólkavald størv, sum væl kunna røkjast samstundis, hava royndirnar víst.
Um tað er vert eina góða løn, haldi eg skal vera upp til veljaran at avgerða, tá val er antil til Løgtingið, ella kommunuval. Alt annað er ein háðan móti fólkaræðinum.
Kommunurnar eru seinastu skansanir í Føroyum:
Vit hava uppliva eina miðvísa sentralisering í Føroyum tey seinastu árini, síðani Føroyar blivu lagdar í eitt valdømi. Og serstakuliga nú tað seinastu tíðina.
Útjaðarin í Føroyum verður spakuliga avtoftaður, og miðsavnaður í Tórshavn. Vit síggja at milliardir vera nýttar í Tórshavn til íløgur, meðan lítið og onki verður gjørt úti runt um í landinum, um tað ikki høvdu verið kommunurnar, sum antil strongja á landsmyndugleikanar, ella gera íløgurnar sjálvar.
Tað hevur eisini eydnast til eitt vist, og er tað heilt víst ein av orsøkunum til, at Annika Olsen nú vil hava borgarstjóranar tveittar út úr Løgtinginum. Kommunurnar og borgarstjóranir sum heild, eru við til at bremsa miðsavningini av Føroyum. Tað er gott eftir mínum tykkið.
Vit flyta okkum við skjótari ferð til eitt land, sum líkist m.a. Danmark, har alt verður miðsavnað rundanum Fólkatingið. Tað er nú ikki so undarligt og sjálvsamt fyri okkum her í Føroyum. Men hendan gongdin er ikki góð fyri Føroyar, eftir mínum tykkið.
Eg fekk sendandi eina grein nú ein dagin (hon er at finna á http://www.business.dk/global/saadan-er-danmark-set-fra-schweiz), sum er sera áhugaverd, og lýsir sera væl munin á einum landi, har man hevur sentralisera alla tænarstur, og einum har man desentraliserar tænasturnar.
Í hesari grein vera Danmark og Sveis samanborðin á fleir økjum, sum vit vanliga siga eru grundarlagið undir einum vælferðarsamfelag. So sum, heilsa, útbúgving, kostnað, tænastustøði, lógarbrotum v.m. Felags fyri niðurstøðuna er, at Sveis klárar seg betri enn Danmark í øllum viðurskiftunum.
Grundleggjandi er munurin millum Danmark og Sveis tann, at har man í Sveis hevur lagt seg eftir einari desentralisering og beinleiðis fólkaræði, hevur Danmark lagt seg eftir einari sentralisering. Og okkum líkt, so avrita vit sjálvandi tað, sum man ger í Danmark. Uttan at seta spurngartekin við tað.
Í Sveis hevur man lagt seg eftir at útveita so nógvar tænastur til nærumhvørvið, sum møguligt. Í Danmark og Føroyum, so eru tendensinir teir øvugtu. Sjálvt um vælferðatænastur í Danmark og Føroyum á papírinum eru lagdar út til m.a. kommunurnar at umsita, so vera tær meir og meir sentralstýrdar av landsmyndugleikunum. Við lóg og kunngerðum her í Føroyum leggur man útreiðslurinar út til kommunurnar, men man vil ikki sleppa avgerðarrættinum og sentralstýrðingini.
Í Stuttum, so er tað heilsubetri, tryggari, bíligari, tú fært betri tænastu og betri útbúgvingar o.s.fr. í Sveis, enn tú fært í Danmark. Hví leggja vit okkum so ikki eftir at gera sum í Sveis, er ein nærliggjandi spurningur at seta sær. Kanska tí, tá alt kemur til alt, so snýrt tað seg um makt og ikki fólkaræði. Og tað er tað vit uppliva í dag.
So fyri at taka saman um, so eru kommunurnar seinastu skansanir í Føroyum, sum kunna tryggja eina fjøltáttaðar Føroyar, har vælferðartænastunar eru í hásæti.
At tveita borgarstjóranar út úr Løgtinginum, eins og Annika Olsen ætlar, er ein populistisk útsøgn, og bert fyri at gera tað lættari at miðsavna alt í Føroyum í Tórshavn. Tað er ikki ein gongd leið.
Jóhan Christiansen,
borgarstjóri