Sjálvandi finna vit eina loysn

Finna vit onga felagsloysn, finna vit eina serstaka loysn fyri skúlabørnini í Tórshavnar kommunu

 

Skúlabørnini í Tórshavnar Kommunu skulu sjálvandi hava ókeypis atgongd til talgildar orðabøkur.

Tað lovar Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.

Tað sigur hon eftir at Mentamálaráðið hevur tikið avgerð um ikki longur at rinda fyri, at fólkaskúlanæmingar kunnu brúka talgildu orðabøkurnar hjá Sprotanum.

Hon sigur, at Mentanarnevndin hjá býráðnum fer at viðgera spurningin beinanvegin á fyrsta fundi eftir ársskiftið.

 

- Tað eigur at vera ein sjálvsøgd tænasta at allir næmingarm, bæði í fólkaskúla og miðnámsskúla, kunnu sláa ókeypis upp í tær føroysku orðabøkurnar á netinum. Alt annað er bæði meiningsleyst og skilaleyst, sigur hon.

 

Men nú vil Mentamálaráðið ikki longur rinda fyri hesa tænastu, tí tey siga, at tað er ein kommunal skylda at tryggja børnunum undirvísingartilfar.

Hinvegin heldur Kommunufelagið, at hetta er ein yvirskipað tænasta til alt skúlaverkið, og at Mentamálaráðið eigur at taka hesa uppgávu upp á seg.

Kommunurnar siga, at hetta er ein tænasta, tað landsmyndugleikarnir byrja, men síðani sleppa aftur og leggja yvir á kommunurnar og tað eru tær misnøgdar við.

 

Helena Dam á Neystabø sigur, at verður endin, at mentamálaráðið ikki vil rinda, fara tey, sum varða av mentamálum í kommununum kring landið, sjálvandi at finna eina skilagóða loysn, sum hon málber seg.

 

- Eg eri púra samd við Kommunufelagnum, at málið er ogn Føroya Fólks, og tað gevur ikki meining, at hvør næmingur skal betala eitt klikkgjald fyri hvørt orð, sum man slær upp eina orðabók.

 

- Men verður tað avgerðin, fara vit í Tórshavnar Kommunu sjálvandi at finna eina skilagóða loysn, so at eisini næmingarnir í fólkaskúlanum framhaldandi kunnu gagnnýta føroysku orðabøkurnar á netinum so nógv sum møguligt, sigur hon.

 

Les eisini: Føroysk skúlabørn missa ikki ein dýrgrip

 

Eisini borgarstjórin í Klaksvík hevur boðað frá, at tey vilja tryggja børnunum í Klaksvík framhaldandi ókeypis atgongd til orðabøkurnar og Tvøroyrar býráð hevur mælt Kommunufelagnum til at finna eina felags loysn.

Tilsamans er kostnaðurin 40 – 50 krónur fyri hvørt barnið um árið, varð upplýst á býráðsfundi á Tvøroyri í gjár.