Sjakasjvili vann í Georgia

Fyribilstøl vísa, at forsetin í Georgia, Mikhail Sjakasjvili, varð afturvaldur í gjár Fyribilstølini hjá valnevndini siga, at Mikhail Sjakasjvili fekk 61,5 prosent av atkvøðunum, og gostatt er lítil ivi um, at hann heldur fram í embætinum.

Andstøðan leggur myndugleikarnar undir valsvik og hevur mælt til mótmælisgongur í dag. Men altjóða valeygleiðarar, sum hildu eyga við valinum, siga, at tey hava ikki varnast nakað óregluligt.

Forsetaval varð útskrivað í Georgia í ótíð, tí andstøðan fýltist á politikkin hjá forsetanum, men veljararnir eru eftir øllum at døma nøgdir við hann.