Sjósavnið í Pakkhúsinum letur upp hósdagin

Arbeitt verður av øllum alvi við at fáa sjósavnið á seglloftinum í Stóra Pakkhúsi í Vági liðugt uppsett, so klárt er til jóansøkuna. Og hósdagin klokkan 17 fara dyrnar upp og skoðast kann aftur í tíðina til sjólív og gerandislív

Stóra Pakkhús er fjøltáttað hús, ið hýsir alskins feløgum og tiltøkum. Ein partur av virkseminum er eitt sjósavn, sum arbeitt hevur verið við og nú verður dúgliga arbeitt á seglloftinum, so klárt er til jóansøku. Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivi, at nú er um at vera klárt.
Hósdagin kl. 17.00 letur sjósavnið í Stóra Pakkhúsi í Vági upp fyri almenninginum. Sjósavnið er partur av Vágs Sóknar Bygdasavni. Í longri tíð hevur verið arbeitt við at seta upp sjósavnið, og nú er komið á mál.
Sjósavnið er á sokallaða Seglloftinum, har seglini hjá Garðamonnum (A/S J. Dahl á Gørðunum í Vági) vórðu seymað. Á Seglloftinum, har m.a. Kristin á Økrum og Julius við Kikslið seymaðu segl, eigur mangur vágbingur fótaspor. Hesin parturin av Stóra Pakkhúsi ein søga fyri seg sjálvan. Á veggjunum hava fólk síðan fyrst í 1920unum skrivað navn sítt og árstal. Seglloftið var eitt sera væl umtókt savningarstað fyri dreingjaungdómar í Vági, og funnu hesir hvør í sínum lag upp á at skriva navn sítt við kriti á veggirnar og gjørdust sostatt ótilvitað týdningarmikil partur av bygdarsøgu okkara.
 
Fyrsta framsýningin í sjósavninum fevnir um fiskivinnu á sjógvi og landi í Vági í tíðarskeiðinum frá mitt í 1800talinum fram til seinna heimsbardaga. Hetta tíðarskeið var merkt av, at Vágur var fyri stórum vøkstri og millum fremstu vinnupláss í landinum. Søgan frá hesum tíðarskeiði í Vági er rík, og sýnir Sjósavnið í Stóra Pakkhúsi fram ein brotpart av hesum í framsýningini, sum letur upp tórsdagin, verður m.a. sagt í tíðindaskrivi.
 
Framsýningin er skipað soleiðis, at vitjandi skulu fáa eina heildaruppliving fevnandi um lutir, myndir og frásagnir, umframt møguleikan at síggja ein film frá 1927 og hoyra eina øðrvísi ljóðmynd, sum helst ikki finst á nøkrum øðrum savni í landinum.