Sjúrður vil stavraðið við lóg

- Føroyingar ongantíð hava tikið AÁB’ið til sín, og tí verður eingin trupulleiki av at venda aftur til ABC'ið, sigur Sjúrður Skaale, sum við lóg vil tryggja »fremmandu« stavunum C, W, X og Z nátúrligt pláss í føroyska stavraðnum

Nú skal løgtingið taka støðu til, um vit skulu lógarfesta, at x, z, c og w skulu við í almenna alfabetið í Føroyum. Sjúrður Skaale, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur lagt uppskot fyri løgtingið, har heitt verður á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, ið skal áseta, at klassiska latínska alfabetið skal vera almenna alfabetið í Føroyum, og at serføroysku bókstavirnir verða settir fyri seg.

- Í Føroyum verða, eins og í meginpartinum av heiminum, latínsku bókstavirnir nýttir. Men stavraðið – alfabetið – sum verður nýtt í Føroyum, er kortini ikki tað sama, sum nýtt verður í øðrum londum, ið nýta latínsku stavirnar, sigur Sjúrður Skaale.

Hann vísir á, at nakrir stavir – C, W, X og Z – eru als ikki at finna í alfabetinum, sum føroysk børn læra í barnaskúlanum. Og føroyskir serstavir – tvíljóðini EI, EY, OY og strikustavirnir Á, Í, Ó, Ú, Ý – eru settir inn í sjálvt alfabetið.

- At ávísir bókstavir eru tiknir úr alfabetinum er ógvuliga ørkymlandi, tí hesir somu bókstavir verða nýttir dagliga av øllum føroyingum, vísir Sjúrður Skaale á.

Hann sigur, at C er millum teir stavir, sum mest verða nýttir í Føroyum yvirhøvur, men hinir útihýstu stavirnir eru eisini so vanligir, at royndin at gera teir »óføroyskar« ikki kann eydnast, og aldrin fer at gera annað enn at ørkymla fólk.


Málið verður sterkari

Sjúrður Skaale hevur roynt at kanna, hvørjar tær vísindaligu ella mentanarligu grundgevingarnar eru fyri at útihýsa hesum bókstavum úr okkara stavraði, men hevur onga góða grundgeving funnið.

Og uppskotssetarin heldur tað vera púra skeivt at royna at gera nakað fremmant, sum ikki er fremmant.

- Føroyskt skriftmál verður ikki veikari, tá hesir bókstavir eru partar av alfabetinum; tað verður sterkari. Tað amputeraða, »serføroyska« stavraðið styrkir ta fatan millum børn, at føroyskt skriftmál er stirvið, gamalt og óliðiligt og ikki er í samsvari við veruleikan. Tí skulu vit ikki royna at gera eitt serføroyskt alfabet í Føroyum, men halda okkum til tað klassiska latínska alfabetið, sum nýtt verður í øðrum londum, sigur Sjúrður Skaale.

At seta serføroysku bókstavirnar inn í sjálvt alfabetið, heldur hann ørkymlar eisini.

- Aðrastaðni seta tey serligar bókstavir aftast ella uttanfyri. Franskt hevur t.d. é, è, ê, spanskt hevur ñ og týskt hevur ä, ö og ü. Tey skandinavisku málini, sum eru nær skyld við føroyskt, hava hesar somu 26 bókstavirnar, og sum uppískoyti Æ, Ø, Å. Vit kunnu gera tað sama og seta ? aftast, har onnur norðurlond hava Å.


Øll mugu virða lógina

Í viðmerkingunum til uppskotið skrivar Sjúrður Skaale, at tað er ymist, hvussu orðabøkurnar nýta stavraðið, men tað er eisini vert at taka fram, at hóast einki C er í »føroyska« alfabetinum, so hava bæði móðurmálsorðabókin og tann stóra enska-føroyska orðabókin C við sum leitibókstav. Hesar bøkur hava heldur ikki tvíljóðini við sum sjálvstøðugar stavir (bæði EI og EY eru undir E o.s.fr.)

Tí mælir uppskotssetarin til, at føroyska alfabetið verður tað einfalda, klassiska alfabetið við 26 bókstavum, sum franskt, enskt, spanskt og týskt brúka, við Æ, Ø og Ð aftast, og tvíljóðum og strikubókstavum sum ískoyti.

- Tá tað er vorðið lóg, at hetta er galdandi alfabet í Føroyum, mugu allir almennir myndugleikar og skúlar gera tilfar, sum er í samsvari við hetta alfabet, sigur Sjúrður Skaale.


Føroyskt ikki kuriosum

Uppskotsstillarin heldur uppá, at føroyingar ongantíð hava tikið AÁB’ið til sín, og tí verður eingin trupulleiki av at venda aftur til ABC'ið.

- Men tað er alneyðugt, at børnini kenna, at teirra móðurmál fevnir allan tann heim, tey liva í. Og tá sjálvt alfabetið kenst fremmant og stirvið, er vandi fyri, at tey fáa somu fatan um alt okkara skriftmál – og til endans eisini um okkara talumál, sigur hann.

Tí heldur hann, at tað hevur stóran týdning, at vit hava eitt alment ásett alfabet, sum er í samsvari við veruleikan.

- Okkara mál er undir stórum trýsti, og vit eiga at leggja nógva orku í røkt og menning av málinum. Men tað er avgerandi, at orkan verður nýtt til tað, sum hevur týdning: Til at styrkja og menna nýtsluna av føroyskum í øllum viðurskiftum. Í hesum sambandi kann vísast til álitið frá Málstevnunevndini, har fleiri skilagóð tilmæli eru, sum eiga at verða fylgd, heldur hann.

- Men tann orka, ið verður løgd í tað vónleysa stríðið fyri at útihýsa ávísum bókstavum úr málinum og at fáa føroyingar at taka eitt heilt serligt alfabet til sín, er spilt. Hetta stríð kann fyri tað fyrsta ikki vinnast, og gagnar fyri tað annað ikki støðuni hjá føroyska málinum, men ger hana veikari. Tí tað serføroyska alfabetið er ikki í samsvari við veruleikan og hevur við sær, børnini kenna seg fremmand mótvegis sínum egna máli, heldur Sjúður Skaale.

Bókstavirnir C, W, X og Z eru ikki fremmandir. Vit nýta teir hvønn einasta dag. Hví skulu vit so gera teir fremmandar?

- Føroyskt má ikki enda sum eitt kuriosum, ið vit hava sum pynt, meðan vit nýta danskt og enskt, heldur hann.

At enda í viðmerkingunum til uppskotið sigur Sjúrður Skaale, at føroyska málið er grundarlag undir og karmur um okkara mentan.

- Tað er ein heilt avgerandi partur av okkara samleika. Tí má støðan hjá føroyskum styrkjast - og tað gera vit m.a. við at lata málið vera so rúmligt og liðiligt, at tað kann nýtast í øllum viðurskiftum.


-------------------------------------

FAKTA:

•    Vit tosa um CO2 útlát.

•    Vit tosa um C vitaminir.

•    Vit tosa um Loran C.

•    Vit tosa um Lista C.

•    Tá vit býta okkurt upp, geva vit tí ofta heitini A, B, C o.s.fr. T.d. kunnu vit velja lúku C, tá vit spæla Gekk.

•    Vit nýta, eins og gjørt verður alla aðrastaðni, “ABC” sum eitt hugtak. Vit siga málarans ABC, sjómansins ABC o.s.fr. Eingin tosar um AÁB’ið – og eingin fer nakrantíð at tosa um AÁB’ið. Tað kenst fremmant, og fer altíð at kennast frammant.

•    Vit nýta eisini C, tá vit lata upp flestu heimsíður, tá vit skriva .com.

•    C er partur av nógvum altjóða orðum, sum verða nýtt í Føroyum.

•    Nógvir føroyingar hava bókstavin C í navni sínum.

•    Royndirnar at útihýsa bókstavinum C úr føroyskum fólkanøvnum níva nógv fólk, sum síggja stavsetingina av sínum navni sum ein part av sínum persónliga samleika.

•    Í Føroyum tosa vit meira enn aðrastaðni um sjúkuna CTD

•    At útihýsingin av stavinum C er nýtt í Føroyum sæst m.a. í vísuni um Jákup á Møn, har Nólsoyar Páll yrkir soleiðis:


Tá ið hann var á tólvta ári,

var hann sleppingur góður,

lærdi at remsa upp ABC

og sýndist at bregða til móður.

 

•    W nýta flestu føroyingar ógvuliga ofta hvønn einasta dag, tá vit lata upp heimasíður – WWW.


•    Eisini X verður nýttur í nógvum samanhangum. Ikki minst í roknitímunum í sama skúla, sum lærir børnini, at X ikki er partur av føroyska alfabetinum.


•    Z er eisini ein bókstavur, sum verður nógv nýttur í støddfrøðini.

•    Nógvir føroyingar hava Z í navni sínum.


-------

Uppskotið um nýggja stavraðið:


A B C D E F G H I J K L M N O P Q R S T U V W X Y Z Æ Ø ?

á, í, ý, ó, ú - ei, ey, oy