Stjórnmálafrøðingurin, skemtarin og skrivarin í Norðuratlantsbólkinum, Sjúrður Skaale, sleppur veruliga at royna seg í vár. Úr Baskaralandinum er komin áheitan á Sjúrð um at vera altjóða eygleiðari í innanhýsis friðarsamráðingunum í vár, og hann hevur tikið av spennandi uppgávuni.
Í fleiri áratíggju hava baskarar verið í harðrendum stríði við sponsku stjórnina um størri sjálvsavgerðarrætt, men nú ynskja baskarar at koma blóðuga stríðnum til lívs. Hetta skal gerast við at finna eina innanhýsis semju millum baskararnar mótvegis sponsku stjórnini.
Baskararnir hava sett eina sonvenda høvuðsnevnd , sum í vár skal tingast við ymiskar bólkar úr Baskaralandinum. Endamálið við samráðingunum er at finna eitt felags stev millum baskararnar á sjálvstýrisleið. Bólkarnir, sum høvuðsnevndin skal samráðast við, eru politiskir flokkar, fakfelagsrørslur og ymiskar sosialar rørslur úr Baskaralandinum.
Tað er júst samráðingarnar millum høvuðsnevndina og teir ymisku bólkarnar í Baskaralandinum, sum Sjúrður Skaale skal eygleiða. Tað eru í alt eini 7-8 altjóða eygleiðarar, sum skulu fylgja friðartilgongdini.
Kendastu nøvini eru óivað katólski presturin, Alec Reid, sum hevði ein virknan leiklut friðarsamráðingunum í Norðurírlandi. Eitt annað kent navn í altjóða høpi er Verana Graf, sum er kend fyri sín virkna leiklut í stríðnum fyri at tryggja statsleysum tjóðum rættindi í ST.
Spennandi
"Nombres de prestigo para una delagación internacional que garantice el proces"
Í spanska tíðindablaðnum, Euskal Herria, stóð mánadagin ein grein skrivað við yvirskriftini "Prestisjufull nøvn í eini altjóða nevnd, sum skulu tryggja frið". Í greinini verða Alec Reid, Verana Graf og føroyski Sjúrður Skaale millum annað nevnd.
Meðan Alec Reid og Verana Graf eru stór nøvn í altjóða høpi, er Sjúrður Skaale framvegis eitt óskrivað blað í altjóða samfelagnum. Vit hava tí spurt hann, hvussu tað ber til, at baskararnar hava sett ynski um at fáa ein føroying í friðartingingarnar.
- Eg havi áður verið í Baskaralandinum og hildið fyrilestur um rættindi hjá statsleysum tjóðum - m.a. við støði í tí innliti eg havi fingið gjøgnum fólkarættarkanningina hjá Norðuratlantsbólkinum, ið eg stóð fyri. Tá bleiv eg umrøddur í fleiri bløðum har niðri. Tað telir óivað eisini, at eg dugi spanskt, og at eg komi frá einum landi, sum hevur heimastýrið, sum riggar væl ,svarar Sjúrður Skaale.
Skrivarin í Norðuratlantsbólkinum er sum vera mann spentur til nýggju og heldur øðrvísi uppgávuna.
- Nú var eg við til skriva og útgeva eina bók út um lond, sum vilja hava sjálvsavgerðarrætt, og nú fái eg ein gyltan møguleika at síggja tað í praksis, og tað gleði eg meg sjálvssagt til, fortelur Sjúrður Skaale.
Seinni í mánaðinum fer Sjúrður niður til Baskaralandið, og tá er ætlanin, at allir altjóða eygleiðararnir verða presenteraðir fyri teimum ymisku bólkunum í Baskaralandinum.
Sjúrður Skaale sigur, at eftir innleiðandi fundirnar fara samráðingarnar millum høvuðsnevndina og baskisku bólkarnar av bakkastokki. Hesar samráðingar verða væntandi ikki lidnar, fyrr enn í apríl mánaði, og tá er ætlanin, at m.a. tey, sum vóru við til at steðga vápnaða stríðnum millum IRA og Bretland, skulu skriva eitt endaligt uppskot, sum skal leggja upp til eina felags semju millum baskararnar
Føroyingar læra
Seinnu árini hevur Sjúrður Skaale verið rættiliga virkin á sjálvsstýrisvonginum í Føroyum. Á seinasta fólkatingsvali stillaði hann upp fyri Tjóðveldisflokkin, og seinastu fólkatingssetu hevur hann verið skrivari hjá bæði Tórbjørni Jacobsen og Høgna Hoydal í Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi.
Spurdur, um hann kann takað nakað frá sær úr frælsisstríðnum í Baskaralandinum til frælsisstríðið í Føroyum, svarar hann:
- Politiska gongdin í Føroyum og stríðið í Baskaralandinum kunnu als ikki samanberast. Hyggur tú eftir frælsisstríðnum hjá Baskarnum, sært tú fyrst og fremst, hvussu væl tað riggar hjá okkum. Vit eru í eini demokratiskari process, meðan teir eru í einum vápnaðum stríði. Vit hava í stóran mun tað, sum tey ynskja sær, fortelur Sjúrður Skaale.
Hann heldur kortini, at føroyingar kunnu læra nógv av tilgongdini í Baskaralandinum.
- Flokkarnir í Føroyum áttu, eins og baskararnir, at tosa meir saman, og funnið fram til, hvørji minstukrøv, teir seta til eitt møguligt sjálvstýri í Føroyum, tí eg vænti at flokkarnir eru meira samdir, enn vit geva okkum far um. Tað er eingin ivi um, at vit kundu blivið samd um eini fýra ella fimm heilt grundleggjandi sjónarmið, um vit veruliga royndu.
Hesir somu tankar vóru í grundlógarnevndini og uppskotinum hjá Hans Paula Strøm um tjóðskaparliga semju, og eg haldi, at hesir tankar eru skilagóðir, tí so hevði verið møguligt at komið víðari í sjálvstýrisspurninginum, vísir Sjúrður Skaale á.