Sjúrður Skaale røður um uppboðssølu í Reykjavík

Í Íslandi er valstríðið byrjað, og eins og í Føroyum er fiskivinnunýskipan millum fremstu evnini. 

 

Føroysku royndirnar við uppboðssølu hava verið nógv umrøddar í íslendskum miðlum, og meiningarnar um hesa leiðina eru líka ymiskar har sum í Føroyum. 

 

Ein av flokkunum, sum hevur nýskipan av fiskivinnuni ovarlaga á skránni í valstríðnum, er Samfylkingin – íslendski javnaðarflokkurin.

 

Javnaðarflokkurin á Christiansborg skrivar, at í dag skipar Samfylkingin fyri temafundi um uppboðssølu av fiskirættindum í Reykjavík, og høvuðsrøðari verður føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale.

 

Víðari skrivar Javnaðarflokkurin á Fólkatingi, at Sjúrður Skaale fer at lýsa støðuna í Føroyum. Við støði í føroyska kjakinum fer hann fyrst at greiða frá, hvørjir fyrimunirnir og hvørjir vansarnir verða hildnir at vera við verandi skipan. Síðani fer hann at greiða frá teimum royndum við uppboðssølu av fiskirættindum, sum vit hava gjørt okkum – bæði hvussu tær tekniskt blivu framdar, hvussu tær riggaðu, og hvat ymiskir partar halda um tær.

 

Tað er eingin endalig semja gjørd í Føroyum, og allir flokkar mugu flyta seg til tess at finna hesa semju. Tí ber ikki til at greiða íslendingum frá “føroysku loysnini”. Men Sjúrður fer kortini at gera greitt, at tað er eitt geitt mark – ein “reyð linja” – sum samgonguflokkarnir ikki kunnu fara um í samráðingunum, ið standa fyri: Fiskurin í sjónum er og skal vera ogn Føroya fólks, og hann skal fiskast burðardygt. 

 

Meira sæst um tiltakið sæst VIÐ AT TRÝSTA HER