Sjúrður Skaale hevur meldað seg úr Tjóðveldi. Hann hevur boðað formanninum frá í kvøld, at hann tekur seg úr flokkinum. Tað váttar Sjúrður Skaale fyri Portalinum í kvøld.
Tað er ósemjan millum hann og Høgna Hoydal um stjórnarskipanaruppskotið, sum er orsøkin til, at hann takkar fyri seg í Tjóðveldi.
- Vit hava viðgjørt hetta mál væl og leingi í Tjóðveldinum, bæði á fundum og við skrivligum samskifti. Men sum tað er vorðið øllum greitt síðstu vikurnar, er ikki semja. Eg liggi í opnum stríði við leiðsluna. Tað er ikki virðiligt fyri nakran av pørtunum, og tí havi eg tikið avleiðingarnar og eri farin úr flokkinum. Tað er ein sera trupul avgerð, tí síðani eg í 1998 byrjaði at arbeiða fyri Tjóðveldið, havi eg brúkt sera nógva tíð og orku til hetta. Og hóast eg í umrødda máli eri ósamdur við formannin, so vil eg leggja dent á, at Høgni Hoydal hevur dygdir, sum sjáldan eru at finna millum føroyskar politikarar. Men hóast hon er trupul, eri eg púra sannførdur um, at mín avgerð er røtt. Ein politiskur flokkur má aldrin gerast eitt endamál í sær sjálvum. Hann er bara eitt amboð, sum kann nýtast til tess at náa nøkrum málum. Tá tín egni flokkur gongur ímóti tí, sum tú heldur vera rætt, er bara eitt at gera: Tú mást velja flokkin frá. Tað ber ikki til at umboða ein flokk, sum tú í grundleggjandi málum ert ósamdur við, sigur Sjúrður Skaale í kvøld. Hann leggur dent á, at hann hevur alt gott at bera teimum mongu fólkunum í Tjóðveldinum.
Sjúrður Skaale verður leysgangari í løgtinginum næstu tíðina. Hann kann framvegis ikki siga nakað um, hvussu hansara politiska framtíð sær út.










