Sjúrður leggur fram fullveldisloynidómin

Tað sum Løgmansskrivstovan higartil hevur noktað fjølmiðlum innlit í, leggur Sjúrður Skaale nú fram í bók, sum hann hevur skrivað um samráðingarnar um føroyskt fullveldi, sum vóru í ár 2000.

 

Í bókini greiðir Sjúrður Skaale frá, hvussu hann var skuggaskribentur fyri bæði Jóannes Eidesgaard og Høgna Hoydal til løgtingsvalið í 1998, sum var stóra gjøgnumbrotið hjá Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkinum, sum fyri fyrstu ferð gjørdist størsti flokkur á tingi.

 

Hann greiðir eisini frá, hvussu ein samrøða við Høgna Hoydal á Glade Hjørne í Havn í apríl í 1999 førdi hann inn í fullveldismeldurin. Sjúrður varð settur í starv sum spunasmiður hjá landsstýrinum og arbeiddi hann næstu tvey árini tætt saman við Høgna Hoydal serliga, men eisini øllum hinum, sum løgdu ætlaninar um, hvussu Føroyar skuldi skipa sítt fullveldi.

 

Í bókini eru nágreiniligar frásøgnir frá tilgongdini hjá Tjóðveldisflokkinum og fullveldissamgonguni upp undir samráðingarnar, sum vóru í Keypmannahavn í 2000.

 

Vit frætta um arbeiðið við Hvítubók, um hvussu tað politiskt varð lagt til rættis soleiðis, at »tann rætti« sannleikin kom út í miðlarnar. Hvussu tey í landsstýrinum løgdu til rættis soleiðis, at tað vóru tey »røttu« fólkini í útvarpinum, sjónvarpinum, á Sosialinum og á Dimmalætting, sum bóru tíðindini.

 

Vit lesa um, hvussu spent støðan var millum landsstýrið og donsku stjórnina – serliga millum Poul Nyrup Rasmussen og Høgna Hoydal.

 

Vit lesa um, hvussu glasliga ætlanin fánar, hvussu Fólkaflokkurin blotnar. At kreftir í Fólkaflokkinum heldur vilja bleytaru leiðina hjá Javnaðarflokkinum.

 

Vit hoyra um hvast og beiskt innanhýsisstríð í Tjóðveldinum og um, hvussu trúgvin hjá Sjúrði Skaale upp á stevnuna hjá Tjóðveldi fánar og hvørvur.

 

Mest áhugavert er tó í smálutir at frætta um, hvussu samráðingarnar gingu fyri seg. Hvør segði hvat og hvør fyrireikaði hvat.

 

Ein sera áhugaverd bók, sum øll við áhuga fyri politikki eiga at lesa.

---

Á myndini síggja vit føroysku fullveldis-sendinevndin á Strøget í Keypmannahavn á veg á Christiansborg at hitta Poul Nyrup Rasmussen og hægstu ráðharrar hansara í apríl í 2000: Herluf Sigvaldson, embætismaður, Høgni Hoydal, fullveldismálaráðharri, Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, Anfinn Kallsberg, løgmaður. Aftanfyri hómast Sjúrður Skaale, embætismaður, og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna og forkvinna í Sjálvstýrisflokkinum