Somaliskir sjórænarar hava rætt eitt farmaskip og ein sleipibát Tað rænda farmaskipið er skrásett í Istanbul í Turkalandi, og sleipibáturin var á veg til Malaysia á leiguferð fyri franska oljufelagið Total, tá hann bleiv rændur.
ST-embætismaðurin Antonio Maria Costa hevur skotið upp at lata vápnaðar løgreglumenn við serligum heimildum vera umborð á skipum, sum sigla fram við somalisku strondini.
Iran hevur hótt við at brúka makt ímóti sjórænarunum, sum hava tikið fimm iransk tangaskip higartil í ár.