Sjónvarpsstjørna avdúkað sum pedofil

Tað eru ikki nógvir mánaðir síðani, at ein av kendastu sjónvarpsvertunum í Bretlandi, Jimmy Savile, sáli, var avdúkaður sum pedofilur.

Nú nakrar fáar mánaðir seinni er enn ein bretsk sjónvarpsstjørna avdúkað fyri tað sama.

Talan er um Michael Le Vell, sum er ein legenda á bretsku sjónvarpsskíggjunum og hevur verið at sæð í útvið 30 ár í kendu sjónvarpsrøðini Coronation Street.

Nú hevur sjónleikarin so fingið ein høvuðsleiklut, hann neyvan brýggjar seg um. Hann er nevniliga ákærdur fyri 19 føri av kynsligum ágangi.

- Vit hava ríkiligt av prógvum, sigur ein talsmaður fyri bretska ákæruvaldið.

Millum ákærurnar, sum røkka frá 2001 til 2010, er neyðtøka av einum undir kynsligan lógaraldur.