Sjónvarpsrás fyri kelidjór

Hollandskir djóraelskarir eru farnir undir at gera eina nýggja sjónvarpsrás fyri kelidjór og eigarir teirra.

Bólkurin handan hesa nýggju verkætlan kallar seg Piep! Og tey miðja ímóti, at tey hava savna inn 50.000 undirskriftir, sum skulu geva teimum atgongd til størstu sjónvarpsrásina í Hollandi.

 

Piep! fara at senda djóradokumentarar og tíðindasendingar um djór og rættindi teirra.

Karin Soeters, sum hevur sett bólkin á stovn, vísir á, at tríggjar milliónir kettur, tveir milliónir hundar og ein millión kaninir búgva í hollendskum heimum og hesi djórini mangla eina sjónvarpsrás.

 

- Tað kann eisini vera inspirerandi fyri menniskju at lurta eftir djórum. Tey eru ikki orsøk til peningarligar kreppur, eta seg ikki feit og ansa eftir umhvørvinum.