Undangongumaðurin innan føroyskan yrkissjónleik, Eyðun Johannesen, fyllir í dag 70 ár. Eyðun Johannesen var í 1960 fyrsti føroyingur, sum fekk sær sjónleikaraútbúgving, og hann hevur verið ein av undangongufólkunum at styrkja og menna føroyskan sjónleik. Millum annað var hann við til at stovna fyrsta føroyska yrkissjónleikarabólkin, Grímu, í 1977, og tá hann í tíðarskeiðnum 2000 til 2005 virkaði í Føroyum, varð Tjóðpallur Føroya settur á stovn.
Hóast Eyðun Johannesen í dag fyllir 70, er hann framvegis ein umbiðin leikstjóri í Danmark. Seinni í ár skal hann leikstjórna stórari danskari uppseting av altjóða metsølubókunum hjá Philip Pullman.
Sosialurin hevur prátað við føðingardagsbarnið um føroyska leiklist, tær avbjóðingar hon hevur, og tær karmar hon fær í millum annað ársins fíggjarlóg.
Føðingardagin heldur Eyðun saman við konu og børnum og abbabørnum.
- Eg havi 11 abbabørn og eitt langabbabarn, og tá eg nú ikki kann taka tey stimitúr út á Nólsoyarfjørð, fara vit ein havnarundfart her í Keypmannahavn á føðingardegnum.
Fíggjarlógin eitt barometur
Í seinastu viku var fíggjarlógin fyri 2008 almannakunngjørd, og fleiri umboð fyri listina hava funnist at, at játtanin til mentan og list ikki samsvarar við føgru orðini undir valstríðnum.
Eyðun Johannessen flutti í 2005 aftur til Danmarkar eftir fimm ár í Føroyum. Hann er tí ikki longur ein beinleiðis partur av føroyska leiklistapallinum, men hann roynir at fylgja við, sigur hann.
- Fíggjarlógin hevur ikki verið til fystu viðgerð enn, og politikararnir lova at næsta ár verður alt betri. Men fíggjarlógin er altíð eitt barometur, og vit mugu í øllum førum staðfesta, at játtanin er soltin samanborið við vallyftini, sigur føroyski leikstjórin í Keypmannahavn.
- Tíverri er manglandi fígging av list ikki eindømi fyri Føroyar. Vit síggja tað sama í Danmark og øðrum stórum londum. Men hetta er serliga álvarsamt fyri eitt lítið land sum Føroyar, staðfestir Eyðun Johannessen.
- Føroyska samfelagið er so lítið, at vit kunnu ikki dúva uppá marknaðin. Almennur stuðul og fígging skal til, um listin skal trívast og mennast.
Listin mennir
Og tað er ikki líka mikið, hvussu listarligu umstøðurnar eru. Listin hevur sama týdning sum kunning og útbúgving. Hon er við til at menna tjóðina, heldur Eyðun Johannesen.
- Listin er tann kreativa lívsæðrin. Hon lærir okkum at hugsa ótraditionelt, og hetta smittar av til restina av samfelagnum, sigur hann.
- Sjónleikur kostar pengar, men er ikki ein eksport vøra, sum gevur beinleiðis pengar aftur til landi. Tí hevur tað kanska verið hildið at verið oyðsl at brúka almennar pengar til slíkt. Men eg haldi at hetta er broytt. Ein hugburðsbroyting er farin fram. Sjónleikur dregur í dag ein breiðan áskoðaraskara, og bæði fólk og polikarar síggja virði í leiklistini.
Men hugburðsbroytingin sæst ikki enn aftur í materiellari fígging.
- Politikarar vita í dag, at ein íløga í listina er ein íløga í samfelagi, men teir mangla eldhugin og galskapin at føra hesa vitan út í lívið.
Vandin at kreativu fólkini leita sær burtur liggur altíð og lúrir í einum lítlum landi sum Føroyum, og tí má rúm skapast fyri listarligum virki í Føroyum, staðfestir Eyðun Johannessen.
Burtur at fáa flog
Sjálvur er føroyski sjónleikarin og leikstjórin eitt gott dømi um eitt listafólk, sum hevur verið við til at menna listina í Føroyum, men ikki fingið veruligt flog fyrr enn hann leitaði sær uttanlanda.
- Tær stóru avbjóðingarnar havi eg fingið uttanfyri Føroyar. Og mínar royndir í Danmark hava gjørt meg betri, enn eg trúði, at eg var.
- Tað er ikki tí at Føroyar eru trongdskygdar, men møguleikarnir eru avmarkaðir. Eg havi kortini roynt at verið á báðum støðum.
Í Danmark hevur Eyðun Johannessen virkað sum rektari á leiklistaskúla og hevur leikstjórnað stórum og nógv róstum leikum, og í 1994 kom hann á donsku fíggjarlógina.
Í 2000 valdi hann tó at flyta aftur til Føroya, her hann arbeiddi við Grímu í fimm ár. Síðani fluti hann aftur til Danmarkar í 2005. Og hóast hann tá var komin í vanligan pensiónsaldur vóru boð eftir honum frá sjónleikarahúsum.
- Hetta er ein umskiftilig vinna, og eg væntaði ikki at eg fór at fáa tilboð um at leikstjórna stórum leikum, tá eg flutti niðuraftur fyri trimum árum síðani. Men eg havi framvegis hug og orku, og tað vísti seg, at eg var ikki gloymdur.
Geva ungum hug at útbúgva seg
Eyðun Johannesen fegnast um, at føroyski Tjóðpallurin varð settur á stovn í 2003, men hann leggur dent á, at ein tjóðpallur ikki er nokk í sær sjálvum.
- Tað skal meir enn bara ein stovnur til. Tað má vera lønsamt at arbeiða sum sjónleikari, og pengar skulu til góðar uppsetingar.
Hann samanber tað við Kringvarpið. Tað er ikki nokk bara at hava ein stovn. Fólkini skulu eisini hava umstøður og pláss at skapa.
- Um sjónleikarastarvið er eitt lálønar starv við fáum avbjóðingum, fáa ung ikki hug at velja sær eitt slíkt lívsstarv. Og um føroysku leiklistini skal vera lív laga, mugu ungir føroyingar fáa hug at ganga hesa leið
- Skal føroysk leiklist vera á einum høgum støði, mugu vit hava útbúgvin fólk. Sjónleikur er meira enn skemt at flenna at, og skulu vit hava eitt støði, sum kann javnmetast við onnur lond, skal professionalisma til, staðfestir Eyðun Johannesen og leggur áherslu á, at hann ikki tosar um stórar dýrar leikir.
- Tað týdningarmesta er, at vit hava dugnalig fólk, sum fáa fíggjarligar umstøður at skapa list á høgum støði.
Gylta Kumpassin
Fantasy triologiin hjá Philip Pullman er umsett til fleiri enn 20 ymisk mál og gjørd til bæði sjónleik og film. Bøkurnar eru eisini umsettar til føroyskt við felagsheitinum Myrkursins Frumevni. Sjónleikurin er í tveimum pørtum og varð frumframførdur í London í 2003 undir heitinum His Dark Materials.
Í heyst verður tann fyrri parturin sýndur á Store Scene í Århus Teater, meðan seinni parturin verður settur upp komandi ár. Og føroyski leikstjórin og dagsins føðingardagsbarn skal standa á odda fyri báðum uppsetingunum.
Eyðun Johannesen skal leikstjórna 42 sjónleikarum og samstarva við eysturrískan scenograf og danskan komponist. Harumframt vera eisini týskir dukkuserfrøðingar við, tí dukkusjónleikur er eisini uppií.
-Eg havi ofta sagt, at eg fór at fáast við dukkusjónleik, tá eg var pensioneraður og ikki longur arbeiddi sum leikstjóri. Men við hesum leikinum sleppi eg at royna dukkurnar, longu áðrenn eg gevist sum vanligur leikstjóri, sigur Eyðun Johannesen flennandi.
Triologiin hjá Philip Pullmann hevur fingið fleiri heiðurslønir, millum annað stórsta bretska barnabókaheiðurin, The Carnegie Medal, umframt Whitbread Book of the Year og stóra altjóðu bókavirðislønina, Astrid Lindgren Prísin.
FAKTA:
Eyðun Johannessen er føddur 28. apríl 1938. Hann hevur sjónleikaraútbúgving frá Kongaliga Leikpallinum og Odense Teater frá 1960.
Í 1961 fór hann undir at halda sjónleikaraskeið hjá Havnar Sjónleikarafelag og sjónleikarafeløgum kring landið. Í árunum 1970-73 var hann sjónleikari og leikstjóri við Århus Teater. Hann kom heimaftur í 1973, og var settur sum sjónleikaráðgevi av landsstýrinum. Í 1977 var hann við til at stovna yrkisleikbólkin ”Gríma”.
Í árunum frá 1979-87 var hann rektari á sjónleikaraskúlanum við Århus Teater. Síðan byrjaði hann sjálvstøðugt virksemi sum leikstjóri, til hann í 2000 var settur sum listarligur leiðari fyri Leikhúsinum Gríma. Í 2005 flutti hann aftur til Danmarkar.
Eyðun Johannessen kom á donsku fíggjarlógina í 1994, í 2001 fekk hann Mentunarvirðisløn Landsins, og í 2005 varð hann útnevndur til H.C. Andersen ambassadør.