Síðan seinasta heyst hava 22 børn í aldrinum 12-15 ár vant leikin um kópakonuna. Í seinastu viku sluppu tey veruliga at royna seg við leikinum. Leikbólkurin hjá Hjørdis Johansen í Havn var tá við í eini sjónleikarstevnu í týska býnum Lingen í Norðurtýsklandi nærhendis hollendska markinum. Stevnan nevnist World Festival of Children´s Theatre, og hon var frá 14. til 22. juni.
Talan er um eina sera stóra og viðurkenda stevnu. Við á henni vóru 22 leikbólkar úr 22 ymiskum londum, og hetta vóru fyri tað mesta elitubørn, sum hava vant sjónleik, sang og dans frá tí tey vóru heilt lítil.
Góð ummæli
Leikritið er bygt á vælkendu søgnina um kópakonuna, og leikararnir og leikstjórin fingu sera góð ummæli í týska blaðnum Lingener Tagepost, sum skrivaði um leikin. Leikritið er tó nýtt, og leikurin tekur umleið 50 minuttir at spæla.
? Tað hevur eydnast tí norðurlendska leikbólkinum at lýsa ta heldur torskildu søgugongdina, so at áskoðararnir kunnu skilja allar senurnar og søgugongdina uttan at skilja málið, sum verður nýtt á pallinum, skrivar blaðið Lingener Tagepost.
Hjørdis Johansen var eisini sjálv ovfarin av, hvussu væl børnini greiddu leikin úr hondum. Hon greiðir frá, at tá leikstjórarnir høvdu ein fund eftir stevnuna, var føroyski leikurin fleiri ferðir havdur á munni sum ein tann besti.
? Uttan at taka munnin ov fulla vænti eg, at vit høvdu verið millum fimm ella seks tey bestu á stevnuni, sigur Hjørdis.
Lingener Tagepost leggur afturat, at børnini koma væl frá avrikinum á pallinum. Blaðið skrivar, at leikararnir duga sera væl at vísa sterkar kenslur, og at hetta ger tað lættari hjá áskoðarunum at skilja gongdina.
? Í hesum leikinum hava børnini megnað at fortelja eina gamla søgn, so at hon gerst viðkomandi fyri okkum í dag, skrivar Lingener Tagepost, sum annars bara hevur rósandi orð um føroyska leikin.
Dramaverkstaðið
Tey 22 børnini, sum vóru við á ferðini, hava øll gingið á dramaverkstaðnum, sum Hjørdis hevur staðið fyri seinastu fimm árini.
Leikstjórin Hjørdis Johansen greiðir frá, at tá børnini spældu leikin fyri einum ári síðani, gjørdi hon av arbeiða víðari við honum. Nøkur av børnunum hava tí vant leikin í tvey ár. Tey hava tó vant við hesi útgávuni av leikinum síðan fjørheyst.
Tónlein til leikin hevur Jóan Petur Andreasen skrivað, meðan Finnur Hansen og Christian Kruse hava gjørt ljóðeffektirnar. Turpin N. Djurhuus var ljósmaður á ferðini, og Christian Kruse var ljóðmaður. Rannvá Justinussen, sum hevur gingið á dansiskúla í Onglandi, hevur skipað fyri dansinum í leikinum. Hetta er tí føroysk framleiðsla úr einum enda í annan.
? Eg fann hesa stevnuna á internetinum og sendi eina umsókn. Síðani fekk eg at vita, at hetta ikki var ein stevna, har ein og hvør kann boða frá luttøku, men tað var fyri serliga innbodnar leikbólkar, greiðir Hjørdis Johansen frá. Hon fekk síðani játtandi svar frá fyrireikarunum, og tað var hon sera bilsin av.
Altjóða luttøka
Hjørdis Johansen greiðir frá, at 22 leikbólkar frá 22 ymiskum londum vóru við á stevnuni. Talan var um rættiliga framkomnar leikbólkar við børnum. Hon nevnir m.a. Peking-operuna og Kiev-ballettina, sum høvdu sera professionellar framførslur. Hetta er talan um elitubørn á hægsta stigi.
Eitt krav fyri at vera við á stevnuni var, at allir leikbólkarnir skuldu hava ein bás, sum lýsti nøkur viðurskifti frá heimlandinum. Hesin básurin var sera væl vitjaður, og fólk sýndu stóran áhuga fyri Føroyum. Tey høvdu bara vørur at sýna fram og ikki at selja, men Hjørdis metir, at um tey høvdu nóg mikið av vørum kundu tey selt eina rúgvu.
Eisini høvdu børnini lært seg at kvøðu kvæðið um kópakonuna, og tey dansaðu fleiri ferðir fyri fólki, sum sýndu stóran áhuga.
Hjørdis fýlist annars á, at føroysku fjølmiðlarnir altíð eru sera raskir at fylgja við øllum ítróttarliðum, ið ferðast uttanlands, meðan tað mentanarliga virksemið, ið føroyingar fáast við uttanlands, ikki fær ta umrøðu, sum tað hevur uppiborið. Fleiri sjónvarpslið vóru við á stevnuni og aðrir fjølmiðlar gjørdu nógv burturúr.
Føroyingar fáa eisini møguleikan at síggja leikin um kópakonuna. Hann verður sýndur 13. august í mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta er seinasti dagur á Listastevnuni. Hjørdis er tó eitt sindur vónbrotin av, at tey ikki sleppa at spæla leikin í Norðurlandahúsinum, men tað verður ikki á hesum sinni.








