Sjómannadagur
Sjómannadagurin var ikki einans fyri sjálvar sjómenninar. Umborð á nýumvældað skipinum Ågot hingu eini 40 listaverk, sum øll vóru málað av konum til sjómenn.
Sosialurin hitti tvær av listakvinnunum, Veru Mørkøre og Siggu Petersen.
- Hetta er eitt sera vældámt tiltak, sum hevur verið afturvendandi hesi seinastu árini, men í ár er tað fyrstu ferð, at framsýningin fer fram umborð á einum skipi. Hini árini hevur tað bara verið í einum vanligum høli.
Vera og Sigga vísa á, at orsøkin, at tær í ár endaðu umborð á Ågot, er, at eigararnir av Ågot eru í nevndini fyri sjómannadagin, og teir hava júst umvælt og snøggað Ågot til.
- Teir ringdu so til Honnu Dalsenni og hildu, at tað hevði verið stuttligt at hildið framsýningina her. Hanna ringdi so víðari til okkum aðrar sjey og samskipaði framsýningina. Samstundis var hetta eitt gott høvi at vísa skipið fram, siga tær báðar.
Allar sjómanskonur
- Tað serstaka við okkara framsýning er, at vit allar átta eru sjómanskonur, og vit eru allar hiðani. Eingin av okkum málar fulla tíð, men einans sum frítíðarítriv. Vit hava báðar havt framsýningar fyrr, men tær hava fyri tað mesta verið her í Klaksvík, siga Vera og Sigga.
Tær vísa á, at framsýningin umborð á Ågot hevur verið heilt ótrúliga væl vitjað.
- Meðan tær stóru kappingarnar hava verið, hevur tað verið eitt sindur minni av fólki, men annars hevur tað verið ein støðugur streymur av fólki alla tíðina, siga tvær sera glaðar og væl nøgdar listakvinnur, Vera Mørkøre og Sigga Petersen.










