Í dag 2. juni verður føroyska sjómansheimið, Hotel Ørkin, í Reykjavík 20 ár.
Tað var longu í 1970-unum, at farið varð undir fyrireikingarnar og arbeiðið upp á húsið. Tí var tað ein stórur dagur, tá heimið var vígt í 1991 og kundi takast í nýtslu.
Heimið er eitt gistingarhús og savningarstað fyri føroyingar og onnur í Reykjavík. Nevnast kann, at møti ella lestur er hvønn sunnudag frá september til mai. Einaferð um mánaðin í hesum tíðarskeiði er vitjan úr Føroyum til møtini.
Leygardagin 4. juni klokkan 16 verður serstakt føðingardagskaffi, tá fólk eru vælkomin at støkka inn á gólvið, heilsa tey úr Ørkini í Reykjavík.










