Heimið er útbygt og umbygt fleiri ferðir og er í dag eitt nýmótans heim/hotell við 42 kømurum.
Nógvir føroyskir sjómenn og føroyingar sum heild hava notið gott av sjómansheiminum í Nuuk, tá ið teir hava verið við skipi ella ferðast í Grønlandi. Umframt føroysk skip, so sigla eisini nógvir føroyingar við grønlendskum ella útlendskum skipum, ið eisini leggja at í Nuuk.
Føroyska Sjómansmissiónin hevur gott samstarv við sjómansheimið í Nuuk og millum annað hevur føroyska Grønlandstoymið í nógv ár gist og virkað út frá sjómansheiminum, tá ið toymið hevur verið í Grønlandi í umleið 10 dagar á hvørjum ári.
##med2##
Myndir: Føroyska Sjómansmissiónin

Sjómansheimið í Nuuk 50 ár


