Umbygging
Fyrr í ár flutti Kjøtbíðin við Otto Reinert úr hølunum í kjallaranum á Sjómansheiminum, har fyritøkan annars hevði búleikast síðani í 1938. Hetta hevði við sær, at 80 fermetrar gjørdust leysir í veghæddini á Sjómansheiminum, og nú verður arbeitt við gera teir um til ein part av gistingarhúsinum.
Vaksa um móttøkuna
Jeffri Johannesen, stjóri á Tórshavnar Sjómansheimi, sigur, at høvuðsendamálið við umbyggingini er at vaksa um móttøkuna á sjómansheiminum.
- Móttøkan, sum vit hava nú, er alt ov lítil, tá ið vit fáa bólkar á vitjan. Bólkarnir eru nógvir í tali um summarið, og vit hava leingi havt eitt ynski um at vaksa um móttøkuna, og tað er tað, ið er høvuðsendamálið við at byggja um, sigur Jeffri Johannesen.
Í løtuni er skrivstovan hjá Tórshavnar Sjómansheimi á 1. hædd, men tá ið umbyggingin er liðug, verður hon flutt niður á veghæddina. Hetta kemur at hava við sær, at nakað av plássi verður tøkt á 1. hædd, men Jeffri Johannesen sigur, at enn er ikki greitt, um tað skal gerast um til uppihaldsstovu, kamar ella okkurt annað.
Jeffri Johannesen sigur, at umbyggingin á Tórshavnar Sjómansheimi verður vónandi liðug um 1. juni, so at alt er komið upp á pláss, tá ið summarsesongin av álvara byrjar.