Sjómannadagur við hugna, framsýningum og kappingum

Føroya Sjómannadagur er komin fyri at vera. At hetta familjutiltak, sum hesir dagar eru, liggur í Klaksvík – okkara fiskivinnuhøvuðsstaði - er so sjálvsagt

SJÓMANNADAGUR

Klaksvíkin hevur verið útróðrarstaðurin gjøgnum mong ár, og soleiðis er eisini í dag. Her hava menn staðið í skúrum og egnt, meðan bátarni eru farnir “tøffandi” úteftir og inneftir vánni. Nógv línuskip eru og hava gjøgnum tíðirnar verið heimahoyrandi í Klaksvík, bæði skip, sum løgdu fiskin í salt og gjørdu langar túrar og skip, sum ísaðu og landaðu fiskin til virkingar á landi.
Og nú um dagarnar eru fimmti ár liðin, síðan línuskipini Klakkur og Jákup B komu sum nýbygningar á Klaksvík.
Men Klaksvíkin hevur eisini átt stór skip, tó at tey størstu skipini, eitt nú Næraberg, Atlantic Navigator, Skálaberg og Sundaberg, nú ikki eru her meiri.
Í staðin hevur felagið, sum átti hesi skip í Klaksvík, nú onnur skip, eitt nú nýggja Næraberg, sum er eitt annað og minni skip, Gadus og Haki.

Fiskikapping og kríggj
Hini árini, Føroya Sjómannadagur hevur verið hildin í Klaksvík, hevur tiltakið fingið rættiliga stóra undirtøku og serliga leygardagurin, sum er dagur, har tær nógvu og ymisku kappingarnar eru, hevur verið sera væl vitjaður.
Sum partur av skránni er eisini Bátasavnið í Leirvík, har bátar, ymiskur reiðskapur og málningar kunnu síggjast – frá í morgin millum klokkan 17 og 19 og fram til sunnudagin, tá savnið er opið millum klokkan 16 og 18.
Skráin fyri sjómannadagin byrjar annars longu í dag við fiskikapping fyri sjórænarar, bæði dreingir og gentur, á Kósabrúnni, og skráin fyri tiltøk í Klaksvík endar sunnudagin við sjómansgudstænastu í Christianskirkjuni.
Børnini, sum koma til fiskikappingina, skulu vera sminkað og klødd sum sjórænarar, tí eftir fiskikappingina fara sjórænaraskip av Kósini og út í Kalsoyarfjørð at tveita fløskupostar. Foreldur ella avvarðandi skulu verða saman við børnunum, og øll skulu verða væl ílatin; tey skulu verða í regnklæðum og í bjargingarvestum.
- Øll børn og vaksin, sum fara umborð á bátarnar, kunnu rokna við at gerast plask vát, tí vatnkríggj verður millum manningarnar á sjórænaraskipunum. Mælt verður til, at børnini gera seg út við vatnballónum. Vanligar ballónir kunnu ikki nýtast, tí tær bresta ikki, tá tær verða kastaðar, siga fyrireikararnir.
Meðan fiskikapping og sjórænarakríggj verður í dag, er bara framsýningin á Bátasavninum í Leirvík á skránni hósdagin og fríggjadagin.

Stóri dagurin
Hin stóri dagurin í Klaksvík er leygardagurin.
Longu klokkan 9 lata listaframsýningar og kaffistovur upp í egningarskúrunum á Stongunum, eins og framsýning verður á kaiøkinum við livandi fiskum og skeljadýrum í kørum.
Klokkan 9 leygarmorgunin hittast føroysku seglskipini á Pollinum og seta segl. Eisini verða gamlir føroyskir bátar við árum og seglum. Tá skip og bátar koma inn ímóti, verður lagt at Stangarbrúnni.
Eitt, sum plagar at savna nógv fólk leygarmorgunin, er stóra kaffiborðið á Stangarbrúnni, sum byrjar klokkan 10 og varar til klokkan 12.30.
Michael Cavanagh úr Greencastle í Írlandi fer at syngja, áðrenn Gunvá við Keldu, borgarstjóri, fer at bjóða vælkomin um 10.30-tíðina.
Tað verður Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, sum fer at seta sjómannadagin, og eftir setanina fer Hanus G. Johansen at syngja eina vísu.
Fyrrapartin leygardagin fer forkvinnan í løgtingsins vinnunevnd, Katrin Dahl Jakobsen, at siga nøkur orð, og hon fer eisini at handa steyp til bestu skip og bátar í Føroyum.
Innleiðandi umfar í spurnarkappingini, SkipaQuizzin, verður eisini fyrrapartin leygardagin, eins og føroyameistarakapping verður í eplaflising, har menn og kvinnur í øllum aldri kunnu luttaka.

Kappingardagurin
Leygardagurin er annars hin stóri kappingardagurin á Føroya Sjómannadegi.
Men áðrenn kappingarnar byrja klokkan 14, verður stór móttøka klokkan 13 fyri Livari Nysted og Leven Brown, sum við bátinum Atemis Investment settu heimsmet við at rógva tvørtur um Atlantshavið. Teir koma báðir rógvandi inn eftir vánni heim móti økinum við stórapall, har báturin verður drigin.
Sjómannadagurin fer at heiða Livar og Leven á stóra pallinum, og síðan verður høvi at síggja heimskenda bátin.
Saman fara Atemis Investment, báturin Diana Victoria og Rospiggen at standa á Stangarbrúnni, har høvi eisini verður at heilsa upp á Livar og Leven.
Heilt frá klokkan 14 og til klokkan 19 leygardagin verða tær nógvu og ymisku kappingarnar, sum byrja við trolbøting og enda við føroyameistarakapping í egning.
Leygarkvøldið klokkan 20.30 verður stór heiðurskonsert við Hanusi G. Johansen í Badmintonhøllini, og eftir konsertina verður dansur við Showmenn.