Sjálvvirkandi ílegging sparir fólk við flakamaskinurnar

Amerikumenn eru í løtuni umborð á Norðborg við nýggjari tøkni til svensku vmk-skerimaskinurnar. Endamálið er, at neyðugt ikki longur skal vera at hava fólk standandi við maskinunar og venda fiski í skálunum

Tøkni

Heilt aftur til miðskeiðis í áttatiárunum, tá ið svensku vmk-skerimaskinurnar vórðu settar umborð á føroysk svartkjaftaskip, hevur verið neyðugt at hava fólk standandi við hesar maskinur. Hesar maskinur vórðu upprunaliga bygdar til skering av sild og seinni eisini lagaðar til svartkjaft.
Maðurin ella kvinnan, sum stendur við maskinuna, hevur til uppgávu at syrgja fyri, at fiskurin, sum dettur oman á skálirnar og síðan fer til skeringar, vendir rættan veg. Vanliga kemur allur fiskurin eftir høvdinum oman á skálirnar, men onkur fiskur vendir øvut. Fer fiskurin á skeivari síðu í maskinurnar, hongur flakið saman um búkin  og ikki um ryggin, tá ið talan er um sonevndu butterfly-fløkini.
Er talan um farsframleiðslu, er vandi fyri, at innvølur kann enda í farsinum, um fólk tá ikki eisini standa við skrædlaran og taka skeivt skornu fløkini frá.
Soleiðis var tað í áttatiárunum, tá ið føroyingar lótu nýggj verksmiðjuskip byggja til at virka svartkjaft til matna.

Meira rationelt
Enn í dag eru hesar somu vmk-skerimaskinur grundarlagið undir teirri svartkjafta-og sildaframleiðslu, sum er umborð á okkara verksmiðjuskipum.
Umborð á Atlantic Navigator, har høvuðsframleiðslan er surimi, eru 16 skerilinjur, og umborð á Norðborg, sum framleiðir matvørur, eru seks maskinur.
Nýggja skipið, sum ætlandi kemur í flotan fyri Norðborg um eini tvey ár, fer eisini at hava vmk-skerimaskinur sum grundarlag undir síni framleiðslu av eitt nú sild og svartkjafti.
Felags fyri arbeiðsgongdina umborð á hesum skipum er, at neyðugt hevur verið at hava eitt fólk standandi við hvørja av hesum maskinum.
Men nú bendir mangt á, at hetta skjótt verður søga.

Nýggj tøkni
Amerikumenn hava nevniliga ment eina skipan við sjálvvirkandi ílegging av fiskinum, soleiðis at neyðugt ikki longur verður at hava fólk standandi við maskinurnar og venda fiski, sum vendir øvut.
Jón Rasmussen, sum er ein av monnunum aftanfyri Christian í Grótinum og Norðborg, sigur, at tveir amerikumenn í løtuni eru umborð á Norðborg og seta upp eina telduskipan við kamera til hvørja av hesum skerimaskinum.
- Henda skipan hevur verið roynd í eina tíð við ymiskum fiskasløgum  og hon er eisini roynd umborð á skipum, sum vit arbeiða saman við.
Jón vísir á, at nýggja amerikanska skipanin við teldustýrdum og sjálvvirkandi íleggjara tykist rigga væl.
- Tað, sum amerikumenn hava gjørt, er, at teir í fyrsta lagi hava ment "føðingina" til maskinurnar betri, soleiðis at fiskurin í størst møguligan mun vendir rætt, tá ið hann kemur oman á skálirnar.
Hann sigur, at kameraði hyggur" niður á fiskin og sigur frá, um fiskurin vendur skeivt. Um so er, fer hann ikki gjøgnum skerimaskinuna, men aftur pavnin og soleiðis einaferð runt aftrat.
- Kameraið boðar eisini frá, um fiskurin er skaddur. Er hann skaddur, verður hann skumpaður úr skipanini og fer til slógv. Tá fer hann ikki aftur í pavnin og runt aftur í skipanini.

Óført til sild
Jón sigur, at nýggjan tøknin riggar ógvuliga væl til skering av sild, og í so máta hevur skipanin verið roynd í nøkur ár.
- Norðhavssildin liggur um eini 300 g., meðan svartkjafturin liggur millum 100 og 120 g. Haraftrat kemur, at fiskurin ikki er eins skaptur. Vit vænta tó, at nýggja amerikanska tøknin eisini fer at rigga væl í svartkjaftaframleiðsluni, sigur hann.
Avgerandi er eisini, at fiskurin er feskur og góður.
Jón Rasmussen sigur, at nú verður nýggja skipanin sett upp umborð á Norðborg, og eingin ivi er um, at skipið, sum P/F Hvalnes letur byggja í Kili, eisini verður útgjørt við nýggju tøknini.
Sum skilst, tekur nýggja tøknin við sjálvvirkandi ílegging lítið pláss.