Sjálvstýrisflokkurin dettur ímillum í fullveldismálinum

Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki staðið seg væl í seinastu veljarakanningunum og fólk í flokkinum meta, at hetta boðar ikki frá góðum. Mett verður, at flokkurin hevur trupult við at selja vøruna og við at fáa boðskapin út

Landsfundurin hjá Sjálvstýrisflokkinum verður um vikuskiftið og tað er Norðoya Sjálvstýrisfelag, ið skipar fyri.

Í veljarakanningum hevur flokkurin verið fyri afturgongd og ein av fyrrverandi ting- og landsstýrismonnum Sjálvstýrisfloksins í Norðoyggjum, Karl Heri Joensen, viðgongur, at kanningarnar boða ikki frá góðum.

- Tað er kanska tekin um, at flokkurin dugir ikki at selja vøruna. Flokkurin dettur niðurímillum í fullveldiskjakinum og viðvíkjandi teimum málum, ið flokkurin umsitur, so dugur flokkurin ikki nóg væl at fáa boðskapin út, metir Karl Heri Joensen

.

Bert stóru flokkarnir

Tað kann tykjast, sum leikar hart á á fleiri mótum hjá Sjálvstýrisflokkinum. Flokkurin umsitur heilsumál, har tíðin tykist merkt av ov lítlari játtan til sjúkrahúsverkið, og fullveldismálið er nógv í fjølmiðlunum.

Karl Heri Joensen er ikki í iva um, at í fullveldismálinum dettur Sjálvstýrisflokkurin burtur ímillum.

- Tá fyrstu boðini koma í fjølmiðlunum, so síggjast bert stóru flokkarnir. Tað kunnu so fjølmiðlarnir hava skuldina í, men t.d. eftir samráðingarfundin týsdagin vóru bert umboð fyri stóru flokkarnar at síggja og hoyra. Ikki fyrr enn næstu dagarnar kom viðhangið við, sigur Karl Heri Joensen.

Í aðrar mátar er Karl Heri Joensen vísur í, at flokkurin dugir ov illa at selja førda politikkin og fáa rætta boðskapin út, tí t.d. hava pensjónistar fingið økt útgjald.


Rætt at vera varin

Viðvíkjandi úttalilsum hjá løgmanni og Helenu Dam á Neystabø, at tað kanska er rætt at fara varligari fram í fullveldisgongdini og kanska útseta í gildiskomuna av fullveldinum, er Karl Heri Joensen varin við at siga nakað ítøkiligt, tí hann hevur ikki sjálvur havt møguleika at fylgt gongdini heilt neyvt.

Men tað skilst á Karl Hera Joensen, at hann metir tað vera rætt at fara varliga til verka í fullveldismálinum, tí hetta heldur hann hóska best til tað, ið flestu sjálvstýrisfólk vilja.

Men hvørt lágu tølini í veljarakanningunum hjá Sjálvstýrisflokkinum eru tekin um trupulleikar hjá flokkinum, ið koma upp á landsfundinum, er ilt at siga.

Karl Heri Joensen ásannar, at trupult er hjá smáu flokkunum at gera seg galdandi og hann vísir á, at aðrir lítlir flokkar eru dotnir burtur ímillum. Hann heldur, at møguliga er hetta rákið í samfelagnum, so bert teir stóru flokkarnir verða eftir.

Karl Heri Joensen heldur tó, at rúm verður fyri einum lítlum flokki og um Sjálvstýrisflokkurin dugir nóg væl at fáa sín boðskap út, so kemur hann at standa eftir.