Sjálvstýrisflokkurin aftur farin at spøkja í samgonguni

Fer Gerhard Lognberg úr samgonguni orsakað av Sandoyartunlinum, heldur Tórbjørn Jacobsen avgjørt at ein roynd eigur at verða gjørd at fáa Sjálvstýrisflokkin upp í samgonguna, hóast tað merkir, at landsstýrið skal skipast av nýggjum

Verða Gerhard Lognberg og kanska eisini Páll á Reynatúgvu alt ov stívrendir í sambandi við undirsjóvartunlarnar, kann tað væl hugsast, at samgongan bara setir teir út á eitt síðuspor, har teir onga ávirkan fáa.

- Hendir tað, at teir báðir taka stuðulin til samgonguna aftur so at hon missur meirilutan, eigur ein roynd at verða gjørd at fáa Sjálvstýrisflokkin við upp í samgonguna, heldur Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Tjóðveldinum.

Teir báðir sandoyartingmenninir, Páll á Reynatúgvu og Gerhard Lognberg, hava hótt við at taka stuðulin til samgonguna aftur, fáa verður ikki farið undir at gera Sandoyartunnilin í seinasta lagi fyrst í 2011.

Men hetta vil ongin í annar í samgonguni lova teimum. Einasta lyftið teir fáa, er, at samgongan hevur eitt ærligt ynski um at gera Sandoyartunnilin, men kemur stígur í búskapin, er tað ikki vist, at hann kann verða gjørdur nú.

Tórbjørn Jacobsen væntar ikki, at teir báðir fara at taka stuðulin til samgonguna aftur, so at hon missur meirilutan.


Royna eftir D

Men skuldi tað hent, er næstformaðurin í Tjóðveldinum til reiðar at bjóða Sjálvstýrisflokkinum upp í samgonguna fyri at varðveita meirilutan á tingi.

- Missur samgongan meirilutan, eiga vit at gera eina roynd at fáa Sjálvstýrisflokkin upp í samgonguna ístaðin fyri, heldur Tórbjørn Jacobsen.

Sjálvstýrisflokkurin hevur fleiri ferðir boðað frá, at hann er ikki sinnaður at vera fastur stuðulsflokkur hjá samgonguni, so antin er hann í andstøðu, ella verður hann beinleiðis við í samgonguni og fær umboð í Landssstýrið?

- So mugu vit taka samráðingar upp um tað, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Og hann ivast ikki í, at ein slík samráðing hevði borið á mál.

- Munurin er so lítil á samgonguskjalinum og tí politikki, sum Sjálvstýrisflokkurin stendur fyri, at tað átti ikki at verið nakar trupulleiki.

Tórbjørn Jacobsen heldur avgjørt at tað hevði verið vert at fingið Sjálvstýrisflokkin uppí, skuldi alternativið verið at samgongan slitnaði.

- Mær dámar hesa samgonguna ótrúliga væl, tí eg haldi, at hetta er einasta samgonga, sum er før fyri at loysa grundleggjandi trupulleikarnar í okkara fiskivinnu, eitt nú við at skipa ein fiskidagabanka.

- Hendan samgongan er før fyri at gera tær umfatandi broytingarnar, sum krevjast í hesum samfelagnum, eitt nú á fiskivinnuøkinum, á eftirlønarøkinum og á skattapolitikkinum


Tjóðveldi og Javnaðurin eru bulurin

Tórbjørn Jacobsen metir ikki, at tað hevði verið nøkur forðing fyri at framt hesar broytingarnar saman við Sjálvstýrisflokkinum.

Hinvegin heldur hann ikki, at tað er nøkur loysn av umskipa samgonguna heilt og at fáa Fólkaflokkin ella Sambandsflokkin upp í ístaðin fyri Javnaðarflokkin, fyri at sleppa undan hvørkratakinum frá Gerhard Lognberg.

- Eg meti, at tað eru Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, sum eru bulurin í hesi samgonguni, tí hinir báðir stóru flokkarnir hava víst, tað ber ikki til at fremja neyðugu broytingarnar samanvið teimum, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldið eru rættiliga samdir flokkar á at kalla øllum økjum uttan tí tjóðskaparliga.

- Men fáa vit framt neyðugu broytingarnar í samfelagnum, verður tað eitt so sterkur, búskaparligur grundvøllur undir einum sjálvberandi búskapi, at tað verður munandi lættari hjá veljaranum at taka støðu til tann tjóðskaparliga spurningin, tí tá kann krossurin setast, uttan at stúra fyri fíggjarligu avleiðingunum.