Tá Björk valdi at tilogna ein sang til Kosovo, ið upprunaliga snýr seg um støðuna hjá Grønland og Føroyum, førdi hetta við sær, at ein konsert hjá henni mátti avlýsast.
Sangurin ?Declare Independence? hjá kendu íslendsku songkvinnuni Björk snýr seg upprunaliga um politisku støðuna millum Føroyar, Grønland og Danmark. Í sanginum mælir hon til at loysa frá Danmark.
Í síðstu viku ognaði Björk tó sangin til Kosovo á tveimum konsertum í Tokyo, í sambandi við at Kosovo í síðstu viku lýsti sítt sjálvræði frá Serbia. Hendan hendingin hevði bæði fagnaðarróp og mótmæli við sær. Sambært pitchforkmedia.com hevur tilburðurin elvt til, at ein framførsla hjá henni, ið skuldi vera á einum festivali í Serbia í summar, er avlýst.
Teir ið skipa fyri festivalinum í Serbia siga, at teir avlýstu konsertina av ótta fyri trygdini hjá festivalgestunum.