Sjálvsstýrislógin í samanstoyti við ríkisfelagsskapin

Grønlendingar halda fast um, at tað eru teir og bara teir, sum gera av, um kinesarar sleppa at útvinna sjáldsom evni í grønlendsku undirgrundini. Men tað kann elva til trupulleikar

Teir grønlendsku politikararnir vísa á sjálvstýrislógina, sum greitt sigur, at heimastýrið hevur ræðisrættin yvir øllum ráevnum í landsins undirgrund, og myndugleikarnir í Nuuk hava gjørt greitt, at teir fara ikki at lata onnur gera av, hvør skal sleppa at útvinna møgulig evni í undirgrundini.

Sum kunnugt liggur Kina framvið at sleppa at útvinna sjáldsom evni í Grønlandi. Kinesarar hava boðið sær til at gera íløgur fyri fleiri milliardir og at senda túsundtals kinesarar til Grønlands at arbeiða í námunum.

Tann stóri kinesiski áhugin fyri Grønlandi kemst av egnum áhugamálum. Kina hevur ræðið á umleið 95 prosentum av marknaðinum við sjáldsomum evnum og hevur sjálvandi ikki áhuga í, at nakar annar kemur inn á marknaðin.

Kinesiska støðan sum einaráðandi á marknaðinum við sjáldsomum evnum gevur landinum eina serstøðu, sum røkkur langt út um vanlig handilslig áhugamál. Fleiri av hesum evnum verða brúkt í eitt nú teldum og framkomnari hernaðarútgerð, og tað er alment kent, at Kina hevur brúkt serstøðu sína til at leggja trýst á eitt nú Japan og á USA í sambandi við amerikanska stuðulin til Taiwan. Hesa støðu kann Kina missa, um onkur annar fær fatur á evnunum í undirgrundini í Grønlandi, og tí liggur landið framvið at sleppa til Grønlands, sama um tað kostar fleiri milliardir.

Samanstoytur

Í Danmark hevur Forsvarets Efteretningstjeneste gjørt stjórnini í Keypmannahavn greitt, at tey sjáldsomu evnini í Grønlandi hava so stóran strategiskan týdning, at tað má metast sum eitt uttanríkis- og trygdarpolitiskt mál, hvussu evnini verða umsitin.

Sambært grundlógini eru uttanríkis- og trygdarpolitisk mál ikki grønlendsk, men donsk og tískil mál, sum stjórnin í Keypmannahavn hevur um hendi og ikki landsstýrið ella Landstingið í Nuuk. Stjórnin í Keypmannahavn er samd við tulkingini hjá Forsvarets Efterretningstjeneste.

Stjórin á Forsvarsakademiet, admiralurin Niels Christian Wang, segði við DR fyrrakvøldið, at her er talan um ein samanstoyt millum grønlendsku sjálvstýrislógina og ríkisfelagsskapin. Hann helt ikki, at partarnir skulu endurskoða sjálvstýrisslógina, men heldur seta seg við borðið at finna eina loysn.