Við einum ella tveimum umboðum væntar Sjálvsstýrisflokkurin at gerast tungan á vágskálini í Tórshavnar kommunu Sjálvstýrisflokkurin ætlar sær at vinna sæti aftur í Tórshavnar Býráð. Flokkurin stillar fýra valevni upp til kommunuvalið. Tey eru:
Anna Louisa Joensen
Heðin D. Poulsen
Michael H. Feldballe Hansen
Sigrún Mohr
Flokkurin sigur, at hann hevur valt at stilla fá valevni upp, so at tey øll koma í býráðið antin sum valdir býráðslimir ella sum varaumboð.
Sjálvstýrisflokkurin hevur til býráðsvalið samtykt valskrá, ið verður kunngjørd í næstum. Flokkurin leggur dent á útbúgving, umhvørvi, umsorgan, umskipan og vinnu, verður sagt.
Sjálvstýrisflokkurin fekk á løgtingsvalinum næstan 1.000 atkvøður í Tórshavnar kommunu ? og við stórari framgongd í limaskaranum væntar flokkurin av álvara at gera seg galdandi á býráðsvalinum, stendur í tíðindaskrivi frá flokkinum.