Tað hevur í mong ár verið sagt, at kvinnur javnan eiga at kanna seg sjálvar fyri bróstkrabba til tess at fanga møguligar knyklar so tíðliga sum gjørligt.
Tí hava vit kvinnur lært at kanna okkum sjálvar eftir einum ávísum frymli fyri at leita eftir knyklum í bróstunum og undir hondunum.
Men nýggjar vísindaligar kanningar, sum millum annað Kræftens Bekæmpelse og nýggja Krabbameinsætlanin fyri Føroyar vísa til, prógva, at sjálvskanningar hava ikki við sær, at færri kvinnur doyggja av bróstkrabba.
Hetta merkir ikki, at vit skulu gevast við at kanna okkum, men at vit í størri mun eiga at halda eyga við kroppinum og teimum broytingum, sum koma fyri. Og so at fara til læknan, um vit koma fram á eitthvørt óvæntað.
Screening hevur skund
Í kanningunum verður staðfest, at í bróstkrabbamein verður uppdagað við mammografi fyrri enn kvinnan sjálv merkir tað við hondunum.
Mammografi, sum er ein røntgenkanning av bróstinum, kann ikki fyribyrgja bróstkrabba, men kann avdúka krabbamein á byrjunarstigi, og hetta økir um útlitini fyri, at sjúkan kann lekjast.
Og serliga mammografiscreeningar, har allar kvinnur í einum ávísum aldursbólki verða innkallaðar til kanningar, fanga nógvar tilburðir, sum kvinnurnar ikki sjálvar merkja við fingrunum.
Krabbameinsætlanin frá 2009 vísir til sjey umfatandi kanningar, har omanfyri ein hálv millión kvinnur luttóku. Kanningarnar staðfestu allar eina lækking í deyðiligheitini av sjúkuni upp á 25 prosent fyri tær kvinnur, sum vórðu bjóðaðar screening. Deyðiligheitin fyri kvinnurnar, sum so luttóku í screeningini, lækkaði við einum triðingi.
Screening í 2012
Í Krabbameinsætlanini fyri Føroyar verður mælt til, at íbúgvar í Føroyum eiga at fáa somu screeningstilboð sum í hinum Norðurlondunum, so til ber at finna krabbamein so tíðliga sum til ber.
Í hesum sambandi verður mælt til, at vit í Føroyum seta í verk regluliga mammografiscreening av føroyskum kvinnum í aldursbólkinum 50?69 ár og so møguliga seinni útbyggja skránna til eisini at umfata ein størri aldursbólk.
Føroya Felag móti Krabbamein hevur í fleiri ár strongt á fyri at fáa screening setta í verk.
- Vit vóna, at Krabbameinsætlanin fyri Føroyar verður tikin í álvara, so hetta verður veruleiki innan leingi, sigur Jákup N. Olsen, formaður í felagnum við Sosialin.
At seta í verk screening fyri bróstkrabba hevur eisini ligið frammarlaga politiskt í fleiri ár, men lítið er hent higartil, annað enn føgur orð.
Men nú tykjast útlit vera fyri, at screening verður sett í verk í 2012. Hetta er í øllum førum tað, sum landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Aksel V. Johannesen, sigur við Sosialin í morgun.
- Sambært krabbameinsætlanini eigur screening at verða sett í verk í 2012. Hetta er tað, sum eg havi fest meg við, og sum eg ætli mær at gjøgnumføra, sigur hann við blaðið.
Í fyrstu atløgu er ætlanin at seta ein arbeiðsbólk, sum skal fyrireika bróstkrabbascreening í Føroyum. Síðan er ætlanin at seta screening í verk í 2012.
Eitt stig á leiðini
Í Krabbameinsætlanini frá 2009 varð eisini staðfest, at tað er sera umráðandi at gera íløgu í ein nýggjan talgildan mammograf við nógv betri myndagóðsku og lægri stráluskamtum.
Her eru tíbetur glottar at hóma, nú nýggjur mammografur til Landssjúkrahúsið er ímillum íløgurnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011.
Mammografur er tólbúnaðurin, sum verður nýttur til kanningar fyri bróstkrabba. Núverandi mammografur er knapt 20 ára gamal og sera ótíðarhóskandi.
- Hóast tíðirnar ikki eru av teimum bestu, er neyðugt at raðfesta viðgerð og fyribyrging av sjúku. Í fjør bleiv Krabbameinsætlanin handað, og eg fegnist um, at vit við nýggja mammografinum eru komin á mál við tilmælunum um diagnostika útgerð í ætlanini, segði landsstýrismaðurin í sambandi við, at mammografur varð settur á uppskotið til fíggjarlóg.
Endamálið við nýggju tólunum er at finna ábendingar um krabbameinssjúkur so tíðliga sum gjørligt, so sannlíkindi fyri at basa sjúkuni gerast betri. Nýggi CT-skannarin, sum verður keyptur í ár og MR-skannarin, sum varð latin sum gáva frá Tryggingafelagnum Føroyar, kunnu veita betri diagnostik bæði av krabbameini og øðrum sjúkum.
--
Í KASSA FYRI SEG
Halt eyga við kroppinum
Føroyskar kvinnur verða ikki automatiskt innkallaðar til mammografikanningar, eins og í hinum Norðurlondunum. Tí er umráðandi, at tú hevur eitt vakið eyga við bróstunum og fert til læknan, um tú varnast brótingar.
Øll bróst eru ymist. Tað, sum er normalt fyri eina kvinnu, nýtist ikki at vera tað hjá einari aðrari. Bróstið kann eisini sýnast ella kennast ymiskt alt eftir nær í mánaðinum, tú kannar tað, og hvussu gomul tú ert.
Bróstkrabbi kemur sjálvdan fyri hjá kvinnum, sum eru yngri enn 30 ár, og allarflestu broytingarnar hava onki upp á seg.
Far til læknan um:
Tú finnur ein knykil ella eitt hovið øki á bróstinum ella í armholuni.
Veska kemur úr vørtunum.
Um tú kennir broytingar í bróstunum – til dømis um húðin verður ”hálað inn”
Tú fært sár ella útslett á vørturnar
Um bruni kemur í bróstini (reyð, heit og hovin)
Kelda: Kræftens Bekæmpelse
--
Visti tú?
9. hvør kvinna fær staðfest bróstkrabba, og talið er hækkandi. Um bróstkrabbi verður uppdagað tíðliga eru útlitini fyri grøðing góð.
--
Myndatekstir til tvær boppumyndir:
Verður húðin brádliga rukkut á einum stað, kann hetta vera tekin um bróstkrabba.
Um húðin líkasum verður hálað inn, kann tað vera tekin um bróstkrabba.